Fyrsta skipið við korni farið úr Odesa

Í dag er fyrsta skipið við korni farið úr ukrainska havnarbýnum Odesa, síðani russisku innrásina tann 24. februar í ár. Talan er um farmaskipið Razoni, ið er á veg til Libanon við 26.000 tonsum av maiskornum

Her sæst Razoni ávegis úr Odessa. Myndin er almennakunngjørd av turkiska verjumálaráðnum. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
1. august 2022 kl. 10:11

Fyrsta skipið við ukrainskum korni er farið úr havnarbýnum Odesa, síðan kríggið byrjaði í februar í ár. Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum endurgevur verjumálaráðið í Turkalandi.

Skipið eitur Razoni og siglir undir sierraleonskum flaggi. Sambært ST er skipið lastað við 26.000 tonsum av maiskornum.

Eftir ætlan kemur Razoni til Istanbul í Turkalandi týsdagin, har ein eftirlitskanning verður gjørd, síðani skal Razoni sigla til Libanon.

Turkaland hevur spælt ein týðandi leiklut í avtaluni millum Ukraina, Russland og  ST, sum hevur verið við til at fáa útflutningin av korni ígongd aftur. Saman við Ukraina, Russland og  ST, skrivaði Turkaland undir avtalu, ið skal tryggja, at korn kann verða útflutt úr Ukraina um Svartahavið.

Sambært Al Jazeera eru 16 onnur skip eisini til reiðar at sigla út í heim, millum annað til Afrika og Miðeysturs.

Ukraina telist millum størstu kornútflytarar í heiminum. Men eftir russisku innrásina hava russisk skip avbyrgt havnirnar í Ukraina. Hetta bar við sær, at prísurin á korni hækkaði nógv. ST hevur áður ávarað um eina møguliga heimsumfatandi matvørukreppu, orsakað av krígnum.