Fyrstu 27 rottutýnararnir staðið roynd

Umhvørvisstovan er nú farin undir at halda skeið í rottutýning, og seinast í farna mánaði stóðu fyrstu 27 luttakarar royndina, sum skal geva teimum felags førleikar at týna rottu

Steinar Patursson
11. mai 2022 kl. 14:28

27 fólk frá kommununum kring landið, Landsverki, IRF og Strandfaraskipum landsins hava nú staðið prógv í rottutýning, og hetta gevur teimum møguleika at fáa løggilding til at fyribyrgja og týna rottu.

Umhvørvisstovan skipaði fyri skeinum, sum varð hildið 26. Til 29. Apríl, og á skeinum fingu luttakararnir vitan um lívfrøði og livihátt hjá rottu, umframt at hvussu skjólini hjá rottu verða funnin, og hvussu forðast skal rottu í at trívast.

Skeiðið endaði við próvtøku, sum gevur luttakarunum møguleika at fáa løggilding at fyribyrgja og týna rottu.

- Hetta er fyrsta skeið av sínum slag í Føroyum, og tí var tað serliga gleðiligt, at tað var fullteknað, sigur Umhvørvisstovan um skeiðið.

Tað er ilt at siga, hvussu rottustovnurin í Føroyum hevur tað, og hvørt hann er minkandi ella vaksandi, sigur Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum er umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, sum kortini leggur aftrat, at har sum rottan hevur fingið fastatøkur, er tað gingið út yvir serliga fuglastovnarnar.

Líknandi skeið eru at kenna úr grannalondum okkara, og fyrimunurin og endamálið við skeiðunum er, at rottutýnarar fáa somu grundvitan fyri at beina fyri rottu.

- Tað er neyðugt at kenna til rottuna, til fellur og til handfaring av eitri, og tað er umráðandi, at allir partar gera hetta á sama hátt, sigur Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk.

- Tað er eisini neyðugt at finna útav, hví rotta er har, sum hon er, at týna hana á staðnum og at fyribyrgja, at hon kemur aftur.

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk vísir á, at tað, sum er mest týdningarmikið fyri at sleppa undan rottu, er, at dagrenovatiónin virkar, sum hon skal, og at fólk ikki lata leivdir, so sum leivdir frá slátri, liggja og rekast.

Ætlanin er eisini, at tey, ið hava tikið lut á skeiðnum, skipa seg í fakbólk, sum síðani skal virka sum grundarlag fyri vitanarbýti.

Ein av luttakandi kommununum hevur longu bjóðað seg fram at skipa fyri næsta fundi millum partarnar, og eftir ætlan skal Umhvørvisstovan eisini vera partur av hesum arbeiðinum, hóast hon ikki skal skipa fyri tí.

Umhvørvisstovan er eisini í ferð við at dagføra kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu, og sum partur av hesum arbeiðinum verður eisini arbeitt fram móti at kunna veita løggilding til rottutýnarar, sigur Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisstovan hevur ikki sett tal á, hvussu nógvar rottutýnarar ætlanin er at útbúgva, men tað er í øllum førum greitt, at skeiðið verður eitt afturvendandi tiltak, upplýsir Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk.