Fyrstu 5000 skamtarnir av Moderna vaksinuni kemur til Danmarkar í morgin

Vaksinan varð endaliga góðkend av ES farna mikudag

Ari av Rana
11. januar 2021 kl. 12:42

Vaksinan hjá Moderna móti korona er næsta vaksinan, sum ES hevur góðkent. Nú er hon á veg til Danmark. Fyrstu 5000 skamtarnir koma til kongaríkið í morgin. Tað var í farnu viku at vaksinan endaliga varð góðkend í ES.

Sambært Danmarks Radio fáa føroyingar tó ikki gleði av teimum fyrstu 5000 skamtunum frá Moderna. Statens Serums Institut hevur avgjørt, at allir skamtarnir verða brúktir í Region Syddanmark. Hendan avgerðin er tikin, tí at mett verður, at fyrsta leveringin er ov lítil til at fara at býta út kring alt kongaríkið. Eisini verður helvtin goymd til næstu vaksinering.

Væntandi kemur næsta levering av Moderna vaksinu í viku 4. Tá verður talan um 6000 skamtar. Í viku 5 vænta danir 16.000 skamtar og so 48.000 skamtar í viku 7.