G! fyrireikar seg til 2021

Tónleikafestivalarnir, sum allir fóru fyri skeyti í ár, eru so smátt farin at hugsa um tað sum – kanska – skal henda næsta summar. Fyri G! Festivalin er árið serligt, tí næsta ár eru 20 ár síðan fyrsta festivalin

Sveinur Tróndarson
19. desember 2020 kl. 17:54

- Vit arbeiða fram ímóti at gera G! 2021 so vanligan sum møguligt, men um G! festivalurni verður avmarkaður í stødd, fáa tey fyrstu, sum hava keypt atgongumerkið fyrsta rætt til G! 2021.

Tað skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi, sum er sent út í dag.

Tónleikafestivalarnir hava havt eitt serliga torført ár í ár, tí korona hevur syrgt fyri, at teir allir samlir eru avlýstir. Tað byrjaði kanska ikki heilt so ógvusliga, tí vón var um at tað fór at bera til at halda festivalarnar, men fram móti sumri kom so endliga avlýsingin, tí myndugleikarnir ikki hildu tað vera forsvarligt at skipa fyri festivalum.

Koronastøðan hevur gjørt tað trupult at fyrireika festivalin næsta ár, men tað er eitt stórt ynski í Gøtu, tí tað í 2021 eru liðin 20 ár síðan fyrsti festivalurin varð hildin í Gøtu.

Men enn er ógreitt, hvussu verður næsta ár. Koppingarevnið er komið og byrjað verður at koppseta fólk skjótt, men spurningurin er framvegis, um tað ber til at halda festivalin næsta ár.

Tí bjóða fyrireikararnir fólki at keypa atgongumerki, tó uttan at gjalda fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin, um festivalurin næsta ár verður veruleiki.

G! Festivalurin er annað enn tónleikur, tí eins og við øðrum festivalum er tjalding og húsvognar ein stórur partur av festivalinum, men har hava fyreikararnir valt at bíða við at seta tey plássini til sølu.

- Viðvíkjandi sølu av atgongumerkjum til tjalding og húsvognar, hava vit gjørt av at bíða til 01 Mai, tá vit vónandi vita, hvussu støðan er við koronu og tilmælunum, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivinum.

Tað er enn ikki greitt, hvussu festivalurin fer at síggja út og hvat verður á skrá. Tann partin fara fyrireikararnir at varpa ljós á næsta ár-