Gaïni um...

Totalitarismu

Her er bloggur nummar 12 frá Sigri M. Gaïni
Sigri M. Gaïni
4. september 2022 kl. 16:30

Fólkaræði er sum kunnugt stýriskipan, har fólkið ræður, t.e. har fólkið stýrir sær sjálvum. Politiskt frælsi og javnrættindi eru grundvirðini undir fólkaræðinum og hava verið tað líka síðani fyrsta fólkaræðið, vit kenna til, nevniliga fólkaræðið í gamla Grikkalandi, ið vardi frá 508/507-322/321 f.Kr. 

Vit hoyra javnan um, hvussu tað at halda fólkaræðinum á lívi krevur støðugt arbeiði, um tað ikki skal fara sundur; at tað er ein sárbær stýriskipan, ið ongantíð kann virka av sær sjálvum. 

Ein hin størsta hóttanin ímóti fólkaræðinum er totalitaristiska hugsjónin – ella totalitarisma, ið mótsett fólkaræðinum er ein stýriskipan, har ófrælsi ræður. Í totalitert stýrdum samfeløgum verður tað ikki góðtikið, at ein hevur eina øðrvísi fatan enn ta fatan, sum tann ella tey sum stýra landinum, hava. Harvið eru øll grundleggjandi fólkaræðislig prinsipp, so sum framsøgufrælsi og frælsi at mótmæla politiskum avgerðum, ikki galdandi undir hesum stýriskipanum. 

Kendastu totaliteru stýriskipanirnar, sum vit kenna úr Vesturheiminum eru óivað nasisman og kommunisman (soleiðis sum hon m.a. virkaði í gamla Sovjetsamveldinum). Áhugavert er, at eitt fleirtal av borgarum tók undir við hesum hugsjónum, tá ið tær av fyrstan tíð vórðu lagdar fram fyri fólkinum. Tó er umráðandi at undirstrika, at fólkið ikki altíð var líka væl upplýst í fyrstani, tá ið nýggju hugsjónirnar vunnu fram politiskt, og at valdsharrarnir handan hesar hugsjónir, so hvørt sum vald teirra vaks, fóru longri enn fólkið nakrantíð hevði kunnað ímyndað sær. Hetta er týdningarmikil liður í strembanini eftir at fata, hvussu tílíkar hugsjónir kunnu vinna fram og enda sum anti-demokratisk, totaliter stýri. Tó er hetta á ongan hátt ein umbering fyri øll tey, ið stuðlaðu nasismuni ella kommunismuni, aftaná at hesar stýriskipanir vórðu blivnar til ræðustýri.

Í totaliterum samfeløgum er ólógligt og revsivert at tala at ella mótmæla politiskum avgerðum. Spurningurin er so, um hetta ger tað í lagi at lata standa til, til tess at verja seg sjálvan? Hin ævigi spurningurin, um man er samsekur við onki aktivt at gera, hóast man veit og sær, at fólk eru fyri kúgan og ræðuleikum, ger seg sostatt galdandi her.

Týskt-jødiski politiski heimspekingurin, Hannah Arendt (1906-1975), sum vit áður hava verið inni á, hevur arbeitt bæði við at lýsa totalitarismuna sum hugsjón og við at lýsa, hvussu menniskjað ber seg at undir totaliterum stýrum. Arendt rýmdi sjálv undan nasismuni undir øðrum veraldarbardaga, og mong ár seinni orðaði hon eitt nýtt hugtak, sum gjørdist víðagitið, nevniliga: hin banali óndskapurin (the banality of evil). 

Banalur óndskapur er sambært Arendt óndskapur, ið spyrst burturúr ikki at hugsa sjálv(ur), og er hetta eitt tekin um líkasælu av ringasta slag. Tá ið ein ikki nýtir sítt skil og harvið ikki tekur sjálvstøðugar avgerðir, hevur ein slept allari ábyrgd. Hetta kann eyðsæð vera freistandi, tí man sleppur undan at taka støðu og at hava ávirkan, heldur man kanska. Tó er tað ikki heilt rætt, tí við valinum ikki at hugsa sjálv(ur) og harvið bara at fylgja einum streymi, ávirkar man í grundini umstøðurnar, ein livir og virkar í, eitt nú við at stuðla einum status quo.

Arendt setur banala óndskapin upp ímóti meira “tradisjonella óndskapinum”, sum hon kallar reinan óndskap ella absolute evil. Tað mest áhugaverda í hugleiðingum Arendts um óndskap er tað, at hon metir banala óndskapin at vera verri enn reina óndskapin. Tá ið reinur óndskapur verður framdur, veitst tú, hvat tú hevur við at gera, og óndskapurin er sjónligur. Við tí banala óndskapinum, hinvegin, fylgir undanførsla, og tey, ið fremja henda óndskap, kenna seg ósek og leys av allari ábyrgd. 

Klassiska dømið um hetta, sum eisini var tað, ið fekk Arendt at skapa hetta hugtak, eru tey, ið fylgja boðum frá sínum yvirskipaðu, eitt nú boð um at leiða jødarnar í týningarlegurnar. Adolf Eichmann (1906-1962) var ein teirra, ið gjørdi hetta, og Arendt fylgdi rættarmálinum ímóti honum í Jerusalem í 1961. Arendt skrivaði um málið fyri amerikanska blaðið “The New Yorker”, og í einum av hesum frásagnum var tað, at hon legði fram hugtakið the banality of evil. Eichmann kendi seg ósekan, av tí at hann “bert” fylgdi boðum og gjørdi sítt arbeiði, og av tí at hann ikki beinleiðis tók lívið av nøkrum.

Tá ið valdsharrar í einum totaliterum stýri ráða, og fólkið onki hevur at skula hava sagt, men bara skal makka rætt, er lætt hjá einstaklingum at falla í ta fellu at laga seg eftir umstøðunum og ikki gera mótstøðu. Tó er tað kanska undir tílíkum umstøðum, at menniskjað netupp eigur at fylgja samvitsku síni og mótmæla harðliga, uttan at hugsa um persónligu avleingarnar, ið kunnu standast av hesum.

Fólkaræði, sum vit kenna tað í dag, er gott 200 ára gamalt og spratt upp úr upplýsingartíðini. Okkurt bendir á, at tað er meira viðbrekið í løtuni, enn tað kanska hevur verið seinastu áratíggjuni, og týðiligasta dømi um hetta man vera álopið á amerikansku kongressina í januar 2021. Álopið sær nevniliga út til at hava verið stuðlað av táverandi forsetanum, Donald Trump, og sum flestum kunnugt, er rættarmálið ímóti honum í løtuni í gongd.

Tað letur til, at tá ið fólkaræði hevur valdað í eitt langt tíðarskeið, hevur fólkið lyndi til at taka tað sum eina sjálvfylgju og kanska ikki gera sær ómak at fylgja nóg væl við í, um demokratisku skipanirnar verða hildnar á rættan hátt. Vónandi var hendingin í The Capitol tann hvøkkurin, ið skuldi til, til tess at vit øll halda eitt vakið eyga við fólkaræðinum og gera okkara til at verja tað.