Gallup-kanning: Javnaðarflokkurin størstur – Fólkaflokkurin størstu afturgongd

Javnaðarflokkurin fær tríggjar tinglimir afturat og hevði havt tíggju tinglimir, meðan Fólkaflokkurin missir tveir og hevði havt seks tinglimir, um val hevði verið í dag, sambært feskari Gallup-veljarakanning, sum Vágaportalurin hevur umbiðið

Javnaðarflokkurin hevði fingið tríggjar tinglimir afturat og hevði í alt havt tíggju tinglimir, um val hevði verið í dag
Sigurjón Einarsson
19. mai 2022 kl. 11:58

Sambært nýggjari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri VP.fo, so hevði Javnaðarflokkurin fingið tríggjar tinglimir afturat, meðan Fólkaflokkurin hevði havt størstu afturgongdina og mist tveir tinglimir, um val var í dag.

Gallup hevur gjørt eina veljarakanning í tíðarskeiðnum frá 10. – 16. mai 2022.

561 tilvildarlig útvald fólk við valrætti, 18 ár og eldri, hava svarað kanningini.

Størstu framgongdina hevur Javnaðarflokkurin, sum í nýggju Gallup-kanningini fær eina framgongd á heili 6,3 prosent og tíggju tinglimir, ella 28,5 prosent av atkvøðunum. Á løgtingsvalinum í august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 22,2 prosent av atkvøðunum og sjey tinglimir. Javnaðarflokkurin fær sostatt tríggjar tinglimir fleiri enn á seinasta vali, um val hevði verið í dag.

Størstu afturgongdina í veljarakanningini hevur Fólkaflokkurin, sum til valið í 2019 gjørdist størsti flokkur á tingi og fekk 24,5 prosent av atkvøðunum, ella átta tinglimir. Sambært nýggju Gallup-kanningini, so hevði Fólkaflokkurin fingið 18,4 prosent og seks tinglimir, um val hevði verið í dag. Talan er tí um eina afturgongd upp á 6,1 prosent.

Allir hinir flokkarnir standa í stað uttan Sjálvstýri, ið hevði mist ein tinglim, var val í dag. Á løgtingsvalinum í 2019 fekk flokkurin 3,4 prosent av atkvøðunum, men í kanningini gongur flokkurin aftur við 0,8 prosentum til 2,6 prosent, ið ikki hevði verið nokk til fáa umboðan á tingi.