Gaïni um...

Dygdaretikkin - triði bloggur í røðini

Sigri M. Gaïni
28. februar 2022 kl. 19:35

Ein virðishugsjón, sum er fánað nógv burtur seinastu mongu áratíggjuni er hin dygdaretiska hugsjónin, ið byggir á idéir hjá politiska heimspekinginum Aristoteles (384 f.Kr.-322 f.Kr.), ið livdi og virkaði í gamla Grikkalandi.

Dygdaretikkurin snýr seg í stuttum um, at til tess at røkka góða lívinum – og harvið góða samfelagnum – so mugu menniskju hava so mikið væl mentar dygdir, at tey natúrliga handla rætt. Eitt dygdaretiskt menniskja kennir onga mótstøðu ella freisting í støðum, har tað at handla skeivt kann geva tí persónligan fyrimun. Dygdirnar verða miðvíst mentar í barnauppalingini, heima og í skúlanum, soleiðis at tær, tá ið børnini eru vorðin vaksin, eru ein sameindur partur av persónsmensku teirra.

Í tíðum, har rætt og skeivt er vorðið relativt, og har vaksin áleggja børnunum ábyrgdina fyri egnari læring, er dygdaretikkurin vorðin ómodernaður. 

Tað er óivað ikki so tilvitað, at dygdaretiska hugsjónin verður vrakað í hesum døgum. Heldur er talan um eina sokallaða ”kavabóltaeffekt”:  nýggir tankar og idéir birtast – ofta sum avleiðing av eitt nú tøknifrøðiligari menning – og brádliga er ikki tørvur á ávísum, gomlum idéum longur, ella hesar hugsjónir hóska snøgt sagt ikki saman við nýggju idéunum. Hetta kann í summum førum vera gott, í øðrum førum óheppið.

Ein kann seta sær spurningin, hvat tað skal til at leita fram aftur eina avoldaða virðishugsjón sum dygdaretikkin, og um tað ikki er tað reina snobbarí?

Í grundini kann tað at seta sjóneykuna á dygdaretisku virðishugsjónina vera eitt av mongum amboðum í strembanini eftir at styrkja fólkaræði okkara. Fólkaræðið skal, sum kunnugt, støðugt arbeiðast uppá og styrkjast fyri ikki at fara sundur. Ein av mongu og afturvendandi avbjóðingum fólkaræðisins er valdsmisnýtsla, ið við jøvnum millumbili fer fram millum politikarar og aðar valdsharrar – og frúur.

Eitt hitt mest upplagda dømið um valdsmisnýtslu í hesum døgum er óivað tað um bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, ið er tikin í at hava brotið lógirnar, ið hann sjálvur setti í verk til tess at basa herviligu koronu-smittuni. Ímeðan bretskir borgarar ikki sluppu at vitja síni doyggjandi kæru, og ímeðan gomul og einsamøll máttu finna seg í hvørki at fáa vitjan ella sleppa út, hildu Boris Johnson og hansara fólk veitslur og brutu lógirnar, sum tey sjálvi høvdu sett í verk. 

Aftur og aftur falla menniskju í somu fellu, tá ið tey fáa vald. Tað hevur lítla og onga ávirkan, at tey frá barnsbeini hava hoyrt frásagnir og ævintýr, um hvussu vald kann avskepla rætthugsanina hjá fólki og leiða tey í óføri. Tey verða hóast hetta freistað at misnýta vunna valdið til egnan fyrimuns.

Hvør er so uppskriftin upp á at sleppa av við – ella minka sum mest um – hesa valdsmisnýtslu? 

Vit hava fólkaræðisligar skipanir at tryggja okkum ímóti nógvum av hesum so sum óheftar nevndir, ið hava eftirlit við ymisku politisku skipanunum, vit hava lógir, og vit hava eina virkandi rættarskipan. Hesi amboð hava eyðsæð bæði stóran týdning og avgerandi virknað – men tey stinga ikki djúpt reint menniskjaliga. Heldur umboða tey eitt slag av pliktetikki, ið gevur okkum boð um, hvussu vit eiga at bera okkum at. 

Dygdaretikkurin er helst munabetri verja ímóti valdsmisnýtslu og øðrum niðurbrótandi atburði enn pliktetikkurin. Dygdaretikkurin elvir nevniliga til, at ein velur tað rætta uttan at ivast ella freistast at misnýta sítt vald. Dygdirnar eru ígjøgnum miðvísa og málrættaða uppaling komnar undir húðina á børnunum. Ella rættari sagt: hetta er dygdaretiska idealið. Í veruliga lívinum kunnu vit sjálvsagt ongantíð røkka einum ideali fullkomiliga, men vit kunnu stremba eftir at nærkast tí so nógv sum yvirhøvur gjørligt – og strembanin er ongantíð til fánýtis. Tvørturímóti, so flytur hon okkum nógv nærri málinum, enn um vit sita hendur í favn. 

Pliktetikkurin skal tó ikki vrakast; hann er eisini eitt neyðugt amboð til tess at røkka einum rættvísum samfelag; hann má bara ikki standa einsamallur. Dygdaretikkurin umboðar skilvísi, samvitskusemi og menniskjaligan integritet. Best er tó kanska, tá ið hesar báðar etisku hugsjónirnar smelta saman. Júst hetta var í øllum førum endamálið við pliktetikkinum hjá upplýsingarfilosoffinum, Immanuel Kant (1724-1804), sum vit enn eiga til góðar at koma nærri inn á.