Gasslekin í Eystarasalti: Hetta vita vit í dag

Gassleiðingarnar úr Russlandi til Týsklands, Nord Steam 1 og 2, leka framvegis í Eystarasalti. Vit hava savnað nakað av tí sum er hent mikudagin

Gasslekin sæð úr tyrlu (Mynd: EPA)
Helgi Hoydal
28. september 2022 kl. 20:41

Mánadagin varnaðust fólk lágt trýst í rørunum í Nord Stream 2. Tað var talan um eitt hol í tí eina rørinum. Nakað eftir sigldi eitt skip framvið sum fráboðaði lekan í Nord Stream 1 leiðingini. Her vórðu tvey hol funnin.

Tað er fyrstu ferð at tað er komið hol í rørini, og tað er óvist nær, og um, tey verða brúkt aftur, siga serfrøðingar við donsku tíðindastovuna, TV2.

Vita ikki hvør hevur skyldina
Týskvøldið segði forsætisráðharrin í Danmark, Mette Fredriksen, at talan ikki er um eitt óhapp, men tilvitaðar gerðir. Hon kemur tó ikki við gitingum um hvør hevur gjørt tað.

Miðlar um allan heim hava roynt at sent ábyrgdina í ymsar ættir. Høgravendir miðlar í USA peika eftir forsetanum Joe Biden, meðan aðrir miðlar í landinum bíða eftir svari úr Evropa.

Danski hernaðarserfrøðingurin Anders Puck Nielsen sigur við TV2, at tað mest upplagda er at hyggja eystureftir.

- Um tað er eitt tilvitað álop, so týðir tað á at Russland hevur ein fingur við í spælinum. Tað kann brúkast sum undanførsla fyri at steingja heilt fyri gassinum til Evropa, fyri síðan at trýsta prísin enn hægri, sigur hann.

Prísirnir á gassi eru farnir upp sambært norska kringvarpinum, NRK. Frá týsdegnum til mikudagin hækkaði prísurin 13 prosent. Hetta hendi hóast hvørki Nord Stream 1 ella 2 flutti gass millum Russland og Týskland tá lekin varð staðfestur.

Lekur framvegis
Sambært stjóranum í danska orkustovninum, Energistyrelsen, Kristoffer Böttzauw, lekur tað enn gass úr rørunum, hóast tað ikki sær út av so nógvum nú. Trýstið var hægst beint eftir hendingina, og yvir helvtin av gassinum er runnið úr.

Týsdagin skrivaði Danmarks Radio, at tað fór at leka í fleiri dagar, áðrenn alt gassið er likið úr rørunum. Metingin nú, mikudagin, er at alt gassið er likið úr sunnudagin.

Danska stjórnin hevur sent hernaðarskip á staðið, og tað er nú forboð fyri at flúgva og sigla ov nær lekanum. Tað er gjørt av trygdarávum, tí at skip kunnu søkka um tey sigla har sum gassið kemur upp úr sjónum, skrivar TV2.

Veðurlagskreppa
Danmarks Radio skrivar, at sambært metingum í samstarvi við Aarhus Universitet, er tað í ringasta føri ímillum 20 og 30 milliónir tons av Co2 sum lekur úr rørunum. Serfrøðingur sigur at talan er um eitt stórt óhapp í Danmark, men í stóru myndini er tað talan um eina lutfalsliga lítla hending.

- Um hugt verður eftir samlaða útlátinum í heiminum er ger hetta ikki stóran mun í myndini, men tað svarar til tveir triðingar av tí sum Danmark letur út upp á eitt heilt ár, sigur Gorm Brun Andersen við Danmarks Radio.  

Hóast tað leggur hann dent á at hetta er ein vanlukka fyri umhvørvið, og staðfestir at hetta er ein av vandunum við at nýta gass sum orkukeldu.

- Tað hevur stóra ávirkan at lata gass út í umhvørvið, so hetta má ikki henda aftur, um vit hugsa um umhvørvismálini sum vit hava sett okkum, sigur hann við DR.

Ósvaraðir spurningar
Enn vita vit ikki hvør orsøkin er til hendingina, og um tað eitt tilvitað álop á gasssambandi millum Russland og Týskland. Tað er óvist hvørjar avleiðingar hetta fær, og hvørjar avleiðingarnar verða.

Eingin hevur tikið ábyrgd av hendingini, og enn vita vit ikki hvussu tað er gjørt, ella hvør hugsanin er aftanfyri at fremja slíkt.