George Floyd-málið: Sekur í øllum ákærum

Nevningarnir í rættarmálinum móti Derek Chauvin komu til ta niðurstøðu, at fyrrverandi løgreglumaðurin var sekur í øllum trimum ákærunum. Hann skal tí í fongsul, men enn er ikki greitt hvussu leingi

Sveinur Tróndarson
20. apríl 2021 kl. 23:28

Fyrrerandi løgreglumaðurin í Minneapolis, Derek Chauvin, skal inn at sita.

Tað er greitt eftir, at nevningarnir í rættarmálinum ímóti honum seinnapartin amerikanska tíð komu til ta niðurstøðu, at hann í mai í fjør drap George Floyd, tá hesin var handtikin í býnum.

Talan var um eina rættiliga ógvusliga handtøku, har tann handtikni fleiri ferðir gjørdi vart við, at hann ikki fekk andað, av tí at løgreglumaðurin trýstið knæi niður á hálsin og nakkan, og tað endaði við, at George Floyd doyði.

Derek Chauvin var løgreglumaðurin, sum framdi illgerðina, og hann varð stutt eftir handtikin og stevndur, og seinastu tríggjar vikurnar hevur ákærin roynt at prógvað, at tað sum løgreglumaðurin gjørdi var orsøkin til, at George Floyd doyði.

Verjin hjá løgreglumanninum hevur ført fram, at ein blanding av rúsevnismisnýtslu og sjúku var orsøkin, men tá nevningarnir í kvøld komu við síni avgerð var hon greið. Derek Chauvin hevði ábyrgdina, og hann varð funnin sekur í øllum ákærum.

Talan var um tríggjar ákærur, har tann mest álvarsama var “second-degree murder”, sum kann samanberast við dráp og sum hevur eina revsirammu uppá 40 ár.

Onnur ákæran var tað sum eitur “second-degree manslaughter”, sum er tað sama sum óviljað manndráp, og sum kann geva upp í 25 ára fongsul. Triðja ákæran var “third-degree murder”, sum sambært amerikonskum miðlum kann geva upp í tíggju ára fongsul.

“Third-degree murder” merkir í grundini, at Chauvin drap ein persón, sum hann kanska ikki ætlaði at drepa, men sum hann ætlaði skuldi fáa skaða.

Málið móti fyrrverandi løgreglumanninum hevur staðið ovarlaga í amerikonskum miðlum og millum amerikanarar. Upprunamálið byrjaði tann 25. mai í fjør, tá løgreglan skuldi handtaka George Floyd fyri at hava goldið við einum følskum 20 dollara-seðli.

Handtøkan fór úr sporinum og tað endaði við, at Derek Chauvin setti knæið í nakkan á George Floyd meðan hann lá á vegnum. Ein kvinna, sum var á veg framvið, steðgaði og tók alt upp á video, og dagin eftir handtøkuna - og andlátið - vóru allir fýra løgreglumenninir uppsagdir. Og fýra dagar eftir drápið var Derek Chauvin handtikin og ákærdur fyri at hava dripið George Floyd.

Tað hevur verið rættiliga stórur politiskur spenningur í USA av málinum, og ótti var fyri ófriði, um løgreglumaðurin varð frídømdur.

Tað hendi ikki, tí hann varð dømdur sekur í øllum ákærum.

Enn er ikki greitt, hvussu leingi Derek Chauvin skal sita í fongsli.