Oddagrein: Ger nú ikki skaðan verri!

Tað var væntandi og í vikuni staðfesti fíggjarmálaráðharrin tað, tíverri. Hann dugir ikki at lata ein møguleika sum hendan, at sleppa at spara nakrar krónur, fara aftur við borðinum, og tí er tíverri vandi fyri, at vit fara at síggja eina fíggjarlóg, har tað í ávísum førum verður skorið inn á bein

Sveinur Tróndarson
17. september 2020 kl. 15:30

Tað var væntandi og í vikuni staðfesti fíggjarmálaráðharrin tað, tíverri.

Hann dugir ikki at lata ein møguleika sum hendan, at sleppa at spara nakrar krónur, fara aftur við borðinum, og tí er tíverri vandi fyri, at vit fara at síggja eina fíggjarlóg, har tað í ávísum førum verður skorið inn á bein.

Hví? Tí fíggjarmálaráðharrin samanber landskassan við eitt húsarhald, sum tá árið er liðugt, skal geva eitt runt null. Og hendir tað ikki eftir einum ári, ja, so virkar tað sum at tað longsta sum landsstýrismaðurin kann strekkja seg er tvey ár. Tá skal landskassin aftur hava avlop. Og tá fíggjarmálaráðharrin ikki er áhugaður í at økja inntøkurnar hjá landskassanum, antin við at hækka skattirnar ella at økja tilfeingisgjøld, ja, so eru tað sparingar sum mugu til.

Við tí vanda, at skaðin verður nógv størri enn neyðugt.

Tað hevur ongantíð verið sterka síðan hjá fíggjarmálaráðharran um at lurta eftir serfrøðini, og tí fer hann tíverri neyvan heldur at gera tað hesaferð. Hetta sjálvt um Búskaparráðið í vikuni týðiliga mælti frá at gera ógvuslig inntriv fyri at minka hallið á fíggjarlógini í ár og næsta ár.

Orsøkin er, at landskassin er førur fyri at taka tvey ár við halli, og tað hevur nógv størri týdning at lata virksemið vera sum tað er, tí so rættar búskapurin tað uppaftur sjálvur.

Men aftur her kenna vit fíggjarmálaráðharran aftur.

Hann vil ikki lata “eina kreppu”, sum hann kallar tað, fara aftur við borðinum, uttan at brúka hana til at skera í játtanini.

Tá koronaniðurtúrurin byrjaði, varð tosað um, hvussu týdningarmikið tað var at vit fingu eina v-skapaða gongd, tí hon merkir eina skjóta framgongd eftir ta ógvusligu niðurgongdina, sum vit sóu, tá koronan rakti.

Og hyggja vit eftir hagtølunum, so síggja vit akkurát tað. Eina týðiliga v-formaða gongd, sum vísir, at talið av løntakarum longu nú næstan er uppi á sama støði, sum tað var seinast í februar. Gaman í er talið av fulltíðararbeiðsleysum hægri nú enn tað var fyrst í mars, men tað er nógv lægri enn vit høvdu væntað.

Einki av hesum er í tráð við tað, sum fíggjarmálaráðharrin segði við KvF í mai, tá hann segði, at hallið í ár fór at liggja um eina milliard krónur.

Tað er ómetaliga torført at spáa um, hvør endaliga avleiðingin av koronuni fer at vera. Fakliga er heldur einki, sum talar fyri, at tiltøk skulu setast í verk fyri at minka “skaðan”. Tí, hvør verður hann? Og hvar? Fyri at brúka samanberingina hjá mínum frálíka starvsfelaga her á blaðnum, so svarar tað eitt sindur til at spáa um avleiðingarnar av 2. veraldarbardaga longu í 1941.

Tí eru ráðini til politiska myndugleikan at lata landskassan taka hendan stoytin. Tí hann tolir tað. Og tað er ein misskiljing at ímynda sær, at stórar sparingar fyri at nærkast 0-inum hava nakra gagnliga ávirkan. Lurtið tí. Og gerið ikki skaðan verri!