Gera hvat tey kunnu fyri at hjálpa føroyingum

Tað er gongd í málinum at útvega føroyingum betri handilstreytir í ES, sigur danski uttanríkisráðharrin

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fregnast hjá Lars Løkke um royndirnar at fáa Føroyum betri handilstreytir í ES
Áki Bertholdsen
25. mai 2023 kl. 16:00

– Vit stuðla føroyingum í royndunum at fáa betri handilstreytir í ES. Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark. 

Í Føroyum eru tað fleiri sum siga, at skulu vit kvetta alt samband við Russland, er tað ein treyt at vit fáa betri handilstreytir á marknaðinum í ES, tí vit skulu jú hava okkurt at liva av.

Sum er, kunnu vit, í stóran mun, bara útflyta rávørur til ES, tí er talan um at útflyta virkaðar fiskavørur til ES, skulu vit rinda so nógv í tolli, at tað er ómøguligt.

Og nú hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurt Lars Løkke hvussu gongur við arbeiðnum at útvega okkum betri samband við ES.

Hann hevur eisini spurt uttanríkisráðharran, hvat tað er, heilt ítøkiliga, sum danska stjórnin ger fyri at hjálpa føroyingum í hesum máli.

Tað svarar Lars Løkke ikki beinleiðis upp á. Men hann sigur, at danska stjórnin stuðlar føroyingum í royndunum at fáa betri handilstreytir í ES.

– Vit gera tað, vit kunnu, á øllum stigum, fyri at fremja sak føroyinga í ES, sigur Lars Løkke.

Hann leggur afturat, at tað er eisini hansara fatan, at tað er gongd í málinum at útvega okkum betri handilstreytir í ES.

Sjúrður Skaale spurdi eisini Lars Løkke um hann heldur, at tað er rættvíst, at eitt land sum Kanada hevur betri handilstreytir í ES enn Føroyar hava.

Lars Løkke sigur, at í øllum altjóða samhandli, eru tað soleiðis, summi lond, sum eru so stór, at tey eru áhugaverdari enn minni lond.

Tá í Lars Løkke var í Føroyum herfyri, róði hann alvorliga framundir, at okkara samstarv við Russland er ein forðing fyri, at vit fáa betri samband við ES.

Nú vildi Sjúrður Skaale eisini hava at vita um hetta er hansara hugsan – ella um tað er kanska er so, at orsøkin til, at vit hava so nógvan samhandil við Russland, er nettupp tí at vit hava so vánaligar treytir í ES.

Í hesum sambandi hevur Sjúrður Skaale spurt Lars Løkke hví hann samantvinnar málið um okkara fiskivinnusamstarv við Russland og málið um betri handilstreytir í ES og Bretlandi.

Hann hugsar serliga um, at upprunaliga orsøkin til, at vit tóku fiskiveiðisamstarv upp við Russland, var nettupp, at har fingu við nógv betri treytir frá Russlandi enn ES vildi geva okkum.

Tað svarar Lars Løkke Rasmussen heldur ikku upp á. Men hann sigur, at hann hevur lagt til merkis, at tað hevur eydnast væl hjá føroyskum útflytarum at finna aðrar marknaðir, eftir at Russland leyp á Ukraina.

Hann leggur afturat, at hann fegnast um, at Føroyar vilja hava betri handilssamband við ES og Bretland. Men hann leggur dent á, at í hesum ótryggum tíðum, og kríggi í Evropa, er tað galdandi fyri øll lond, at handilsamband er ikki longur bara handilssamband. Tí mugu øll lond taka torførar avgerðir um, hvønn tey vilja samstarva við og hvønn, tey ikki vilja samstarva við.

Í hesum sambandi mugu øll lond hugsa um, hvørji signal tey vísa umheiminum við síni framferð, sigur Lars Løkke Rasmussen.