Gera nú klárt til at fara undir dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Um eina viku verða tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi klár til at taka ímóti teimum fyrstu dialýsu-sjúklingunum

Áki Bertholdsen
12. september 2023 kl. 10:55

Nú verður seinasta hond løgd á teknisku fyrireikingarar á Suðuroyar Sjúkrahúsi til at taka ímóti teimum fyrstu dialýsu-sjúklingunum.

Í fleiri ár hevur verið tosað um, at tað skuldi bera til at fáa dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og í fjør kom tað hartil, at Løgtingið játtaði pengar til endamálið og í desembur í fjør vórðu dialysutólini útvegað.

Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur, at tey hava útvegað fýra dialysutól. Tað merkir, at tríggir sjúklingar kunnu fáa dialýsu ísenn og so er tað fjórða tóli eitt tiltakstól, sum kann takast í brúk, skuldi eitt av hinum gingið fyri.

Hann sigur, at hesa seinastu tíðina eru hølini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har dialýsan skal verða, sett ístand til endamálið, soleiðis at tað er klárt til at seta tólini upp.

Nú eru teknikarar frá veitarunum so eisini komnir at seta útgerðina upp og annars at rigga alt til.

Hans Pauli Henryson sigur, at um eina viku verða útgerð og høli klár á Suðuroyar Sjúkrahúsi at taka ímóti teimum fyrstu dialýsu-sjúklingunum.  

Men júst nær dialýsu-viðgerðin verður sett í verk er eitt sindur óvist enn. Avtalan í Sjúkrahúsverkinum er, at Suðuroyar Sjúkrahús skal standa fyri tí tekniska partinum, og skal útvega høli til viðgerðina.

Hinvegin skal dialysueindin á Landssjúkrahúsinum standa fyri at útvega starvsfólkini av viðgerðini. 

– Hetta vóru treytirnar fyri at farast kundi undir dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Hans Pauli Henryson.

Nú verður so bíðað eftir nær tey á Landssjúkrahúsinum verða klár. 

Men har gongur ikki sum ætlað, so nú er tað óvist, nær farast kann undir dialýsu á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað hava vit meiri um klokkan 11.45.

Myndirnar niðan fyri vísa, at enn sær eitt sindur rokaligt út. Høli til Dialýsuna verða gjørd ístand og enn eru sjálv dialýsutólini niðurpakkað. Men um eina viku er alt klárt, sigur stjórin.