

Nú skal tað vera lættari hjá fólki at verða koppsett fyri influensu, koronu, og øðrum sjúkum, sum vit regluliga verða koppsett fyri.
Tað er endamáli við einum uppskoti, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Nú skulu vit nevniliga hava eina fasta skipan, har tað eisini skal bera til at fara á apotekið at verða koppsett.
Í tí sambandi fáa apotekini nú heimild at gera avtalur við heilsustarvsfólk, ella at beinleiðis at seta tey í starv, at koppseta fólk.
Landsstýriskvinnan sigur, at eftir galdandi lóg hava fólk ikki nøktandi atgongd til koppsetingar
– Ein týðandi partur av smittuverjuni er at koppseta fyri smittandi sjúku. Lata fólk seg koppseta, fyribyrgir hetta sjúku og minkar um váðan fyri smittu. Verða tey, sum eru koppsett, sjúk, er sjúkan ikki líka hættislig, sum annars.
Tí er tað avgerandi, at so nógv sum gjørligt í teimum vandabólkum, sum eru, verða koppsett.
Heimsheilsustovnurin, WHO, og Evropasamveldið, ES, hava sum mál, at 75 prosent av teimum, sum eru í vanda fyri at verða álvarsliga sjúk, verða koppsett fyri influensu.
Í Føroyum fáa pensjónistar, fólk í ymsum vandabólkum og starvsfólk á heilsu- og røktarøkinum, tilboð um at verða koppsett fyri influensu, ókeypis.
Men tøl frá Heilsutrygd vísa, at í 2022 vóru tað bara 51 prosent av pensónistunum, sum vórðu koppsettir.
Kanningar vísa, at jú lættari tað er hjá fólki at verða koppsett, fleiri lata seg eisini koppseta.
Í kanningunum sæst, at er tað stutt at fara, er bíðitíðin stutt, og ber tað til at verða koppsett, uttan at bíleggja tíð, eru tað eisini fleiri sum taka av.
Súsanna Bertholdsen sigur, at undir koronu vísti tað seg at vera tørvur á at skipa tilboðið um koppseting øðrvísi.
Tað fyrstu tíðina høvdu sjúkrahúsini ábyrgdina av koppsetingini og í høvuðsheitum vóru eisini tey, sum koppsettu.
Seinni varð koppsetingin, sum fór fram á sjúkrahúsunum, flutt til apotekini.
Royndirnar við koronu koppseting fyr apotekum vístu, at nógv fólk tóku av tilboðnum um koppseting á apotekunum.
Fyrimunir við koppseting á apotekunum eru, at hjá teimum flestu er tað stutt fara á eitt av teimum fýra apotekunum í landinum. Tað er eisini ein fyrimunur, at fólk kunnu velja, hvørjum apoteki tey vilja verða koppsett, og somuleiðis er tað ein fyrimunurm at koppsetingin kann fara fram uttanfyri vanliga arbeiðstíð hjá fólki.
Harumframt er tað lætt og ómakaleyst at bíleggja tíð til koppsetingina.
Starvsfólk á apotekinum kunnu koppseta á sjálvum apotekinum ella fara út á ellisheim og aðrastaðni at koppseta.
Í hesum sambandi er ætlanin eisini at broyta lógina so at onnur heilsustarvsfólk enn læknar, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar, fáa loyvi at koppseta.
Læknafelagið tekur als ikki undir við, at apotekini skulu fáa loyvi at koppseta fólk. Tey hava fleiri grundgevingar fyri tí. Meiri um tað um eina løtu.