Ghislaine Maxwell fekk 20 ár

Maxwell varð í desember funnin sek í at hava hjálpt Jeffrey Epstein við at misbrúka fýra ungar gentur, og í dag varð hon dømd 20 ára fongsulsrevsing

Sarah Ransome (th) og Elizabeth Stein (tv), sum báðar taldust millum ofrini hjá Epstein, vórðu møttar í rættinum til at hoyra úrskurðin í dag. Mynd :EPA
Steinar Patursson
28. juni 2022 kl. 20:47

Ghislaine Maxwell hevur nú fingið 20 ára fongsulsrevsing fyri at hava hjálpt fyrrverandi unnustanum, Jeffrey Epstein, at misbrúka ungar gentur.

Tað siga altjóða miðlar, millum annað BBC, í kvøld.

60 ára gamla Maxwell varð longu í desember mánaði funnin sek í at finna og traffikera fýra ungar gentur, soleiðis at Epstein kuni misbrúka tær.

Epstein sjálvur doyði fyri egnari hond í einum fongsulskliva í Manhattan í 2019, meðan hann bíðaði eftir sínari egnu rættarsak.

Málini, ið Maxwell varð dømd fyri, vórðu farin fram millum 1994 og 2004, og umframt fongsulsrevsingina varð Maxwell eisini dømd at rinda eina bót á 750,000 dollarar.

Maxwell hevur í rættinum áður sagt, at hon bað offur síni um umbering, og hon helt, at tað, at hon møtti Epstein, var størsta mistakið, ið hon hevði gjørt.

Harumframt segði hon, at hon vónaði, at hennara fongulsrevsing kundi geva ofrum hennara frið og eina kenslu av endaleika.