Gingu á lava við pinkubarni á rygginum

Eitt ungt par gekk á grótbræðingini við eldgosið í Fagradali í Íslandi í vikuskiftinum. Tey høvdu fingið fleiri ávaringar, um ikki at ganga á grótbræðingini, men tey lótu sær ikki lynda

Sigurjón Einarsson
27. juli 2021 kl. 11:15

Eitt ungt par úr USA gekk á grótbræðingini við eldgosið í Fagradali í Íslandi, hóast tey høvdu fingið fleiri ávaringar frá fólki, at tað var nokk ikki so klókt at ganga á har, tey gingu. Eitt eygnavitni sigur fyri Morgunblaðnum, at tey ikki lótu sær lynda og hildu fram at ganga á grótbræðingini.

Løgreglan og lokal bjargingafólk á leiðini hava fleiri ferðir ávarað móti at ganga á grótbræðingini, tí tað kann vera sera vandamikið. Hetta, tí reyðgløðandi lava kann vera goymt undir einum tunnum lag av storknaðari lava.

– Vit hava sagt tað fyrr, og vit kunnu bara endurtaka tað og siga, hvussu vandamikið hetta er – at ganga á gróðbræðingini. Støður sum hesar seta bjargingafólk í einum trupla støðu, tá fólk ikki akta boðum, sigur løgreglan á Suðurnesjum í eini fráboðan, sambært íslendska Morgunblaðnum.