Gittarin hjá Kurt Cobain seldur fyri 4,5 milliónir dollarar

Gittarin sum Kurt Cobain spældi á í tónleikasjónbandinum til heimskenda Nirvanasangin, Smells Like Teen Spirit, er nú seldur á uppisølu

Her sæst tann blái 1969 Fender Mustang gittarin, ið júst er seldur. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
24. mai 2022 kl. 09:53

Gittarin sum Kurt Cobain spældi á í tónleikasjónbandinum til heimskenda Nirvanasangin, Smells Like Teen Spirit, er nú seldur á uppisølu.

Talan er um ein bláan 1969 Fender Mustang gitar, ið varð seldur fyri 4,5 milliónir dollarar, ið svarar til 31,6 milliónir krónur, sambært tónleikablaðnum Billboard. Gittarin var annars metur at kosta einans 600.000 dollarar. Tann blái vinstrahenti gittarin var ein av favorittunum hjá rokkstjørnan.

- Tað er ikki lætt at finna ein vinstrahentan gitar fyri ein rímiligan penga. Men av øllum gittarum í heiminum, so er Fender Mustang mín favorittur. Eg havi bert átt tveir av teimum, soleiðis segði Curt Cobain í einum av sínum síðstu samrøðum, sambært Billboard.

Kurt Cobain var forsangarin í rokkbólkinum, Nirvana. Kurt Cobain telist millum teir tónleikararnar, ið hevur havt størst ávirkan á tónleikaheimin. Hann doyði í 1994, einans 27 ára gamal.