Gjaldsportrið í Saksun aftur í brennideplinum

Nógv umrødda gjaldsportrið í Saksun, sum forðar fólki at fara út á Lónna, hevur í fleiri ár verið ímyndin av stríðnum, um gongd í haga skal vera hvørs mans rættur ella ei. Nú summari er í eygsjón, er gjaldsportrið aftur í brennideplinum, men nú rópar bóndin í Saksun, Jóhan Jógvansson, aftur varskó á sínum Facebook vanga

Savnsmynd
Kristian Waag Dam
11. mai 2022 kl. 11:23

Nógv umrødda gjaldsportrið í Saksun, sum forðar fólki at fara út á Lónna, hevur í fleiri ár verið ímyndin av stríðnum, um gongd í haga skal vera hvørs mans rættur ella ei. Nú summari er í eygsjón, er gjaldsportrið aftur í brennideplinum, men nú rópar bóndin í Saksun, Jóhan Jógvansson, aftur varskó á sínum Facebook vanga.

Jóhan setur spurnartekn við, hvussu tað at lata portur upp skal eitast at skipa ferðavinnuna. Ígjøgnum sítt starv sum bóndi stendur honum greitt, at tað er ikki at skipa nakað sum helst, at taka burtur allar garðar, hegn og portur og hurðarnar úr seyðhúsinum.

Bóndin í Saksun upplivir ferð aftaná ferð, at innsløg og greinar vera gjørdar um núverandi støðuna, men sambært honum sleppa bøndrinir ongantíð uppí part. Jóhan Jógvansson skrivar millum annað soleiðis á Facebook:

- Kanska tit eisini kunnu forklára fyri mær, hvussu KVF kann hava innslag eftir innslag um jørðina og atgongdina til hana, og tosa við øll uttan tey, sum hava jørð, um hvussu tað skipast best ?

Gjaldsportrið í Saksun er nú aftur í brennideplinum, tí hvørki núverandi ella fyrrverandi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, hava ikki fingið bilbugt við málið. Magnus Rassmussen hevur boðað frá, at hann ikki megnar at finna eina loysn í málinum. Málið er latið í hendrinar á einum politiskum arbeiðsbólki. Haraftrat hevur ein fyriskipaður túrur út á Lónna, har luttakararnir ikki ætla at gjalda, fingið nakað av umtalu í føroysku fjølmiðlunum. Endamálið við túrinum er at staðfesta rættin til at ferðast frítt í føroysku náttúruni.