Gjaldsportrið verður latið upp Kristi himmalferðardag - í ein dag

Kristi himmalferðardag ber til at ganga ókeypis út á Lónna í Saksun. Væntandi verður eisini tónleikur at hoyra og ein biti at fáa í bygdini, sambært bóndanum í bygdini, Andra Kruse.

Kristian Waag Dam
11. mai 2022 kl. 12:44

Fyrr í vikuni kom tað fram í fjølmiðlunum, at nøkur fólk høvdu sett sær fyri at fara ein túr út á Lónna í Saksun, uttan at gjalda við tað nógv umrødda gjaldsportrið, sum gevur atgongd til Lónna. Eftir ætlan byrjar hesin túrurin við Dúvugarðar og so oman á Pollin og yvir um ánna. Á henda hátt sleppa tey ferðandi undan at gjalda við gjaldsportrið.

Nú vísur tað seg at hesin umvegurin als ikki verður neyðugur hóast alt. Hetta tí, at gjaldportrið verður latið upp Kristi himmalferðardag. Andre Kruse er bóndi í Saksun og stendur fyri gjaldsportrinum. Sambært honum fer bygdin at taka ímóti fólki henda dagin.

- Vit fara at taka ímóti teimum henda dagin og ætla at gera okkurt burturúr. So sleppa tey eisini frá at bróta lógina.

Spurdur um, hvat liggur í tí, at gera okkurt burturúr, svarar Andre soleiðis:

- Har verður kanska ein biti at fáa og tónleikur at hoyra. Fornminnissavnið í Dúvugørðum verður latið upp og kanska eisini kirkjan verður opin, um vit fáa fólk til tað. Andre vísur eisini á, at tað nýttar einki at fara í kríggj við teimum ferðandi og so slett ikki Kristi himmalferðardag, leggur hann skemtandi aftrat.

Sostatt verður tað møguligt hjá øllum føroyingum at ganga ókeypis út á Lónna í Saksun Kristi himmalferðardag, og møguliga eisini at hoyra tónleik og fáa sær ein bita í bygdini. Hetta er allarhelst meir enn hvat fólkini, sum høvdu sett sær fyri at fara ein túr út á Lónna í Saksun Kristi himmalferðardag, høvdu væntað.

Tó verður portrið í Saksun ikki opið alt summar. Tað verður bert Kristi himmalferðardag, at tað verður møguligt at ganga ígjøgnum portrið ókeypis. Væntandi vera fleiri ferðandi at síggja í bygdini henda dagin.

Kristi himmalferðardag er í ár tann 26. mai.