Góð úrslit hjá hondbóltsútisetunum

Millum annað deildu føroyingarnir í Íslandi stigini millum sín.

Alan Norðberg skoraði fýra mál í evropa-dysti fríggjakvøldið. (Mynd: Visir.is)
Helgi Hoydal
17. september 2022 kl. 19:12

Føroyingarnir í Norra, Danmark og Íslandi vunnu fleiri stig, og skoraðu nógv mál leygardagin. Kanska tann mest spennandi dysturin varð spældur í Íslandi

Átta føroysk mál í javnleiki

Fýra føroyingar vóru á vøllinum í Akureyri, tá KA og ÍBV brustu saman. Dysturin var tættur allar 60 minuttirnar, og føroyingarnir høvdu avgerðandi leiklutir. Dysturin endaði javnur 35-35, í einum dysti sum Visir.is lýsir sum ein dramatiskan dyst, við einum stuttligum seinna hálvleiki.

Heimaliðið KA úr Akureyri hava landsliðsleikararnar Allan Norðberg og Nicholas Satchwell á liðnum, meðan Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson spæla í ÍBV

Janus Dam Djurhuus sum í summar skifti barndómsfelagið H71 út við toppliðið ÍBV í Íslandi hevur fingið eina ógvuliga góða byrjan. Í kvøld skoraði hann fýra mál upp á fýra møguleikar.

Dánjal Ragnarsson sum spælir sítt næsta kappingarár á Vestmannaoyggjunum skoraði tvey mál leygarkvøldið.

Nicholas Satchwell hevði 10 bjargingar, har av ein var vart brotskast, og Allan Norðberg skoraði 2 mál.

Jónas er aftur í FIF

Jónas Djurhuus sum hetta summarið skifti aftur til FIF í Keypmannahavn, skoraði trý mál, tá FIF fekk fyrstu stigini í ár, í 1. deild í Danmark. Teir vunnu 31-28 á Otterup.

Veddingarfyritøkurnar trúðu ikki at FIF fór at gera nakað við mótstøðuliðið Otterup. Um tú sum veddari legði pening á at FIF vann dystin, fekk tú pengarnar 15 ferðir aftur.

FIF hava tvey stig eftir tríggjar dystir, og eru mettir at skula berjast um at sleppa undan niðurflyting hetta kappingarárið.

Leivur og Brandur vunnu eisini

Ajax vann leygardagin 29-25 á Grindsted. Leivur Mortensen og Brandur Halgirsson skoraðu hvør sítt mál í dystinum. Brandur fekk eisini tvær útvísingar.

Felagi hjá hoyvíkingunum er í løtuni nógv frammi í miðlunum í Danmark. Orsøkin er at leikarar hava spælt seinasta árið uttan at vera tryggjaðir. Nú er felagi tætt við at fara á húsagang, og hava millum annað skift út í leiðsluni seinastu vikurnar.

Hákun spældi væl í javnleiki

Tað hevur ikki gingið væl hjá Skanderborg-Århus og føroyska landsliðsleikaranum Hákuni West av Teigum fyrstu dystirnar í ár. Leygarkvøldið fingu spældu teir javnleik 33-33 ímóti Ribe-Esbjerg, og fingu sostatt teirra fyrstu stig í ár.

Hákun skoraði fýra mál, upp á fýra møguleikar, og spældi allan dystin. Hákun hevur fingið stórt álit frá venjaranum Nick Rasmussen. Hann hevur spælt so at siga allar minuttirnar á høgra vongi, hjá Skanderborg-Århus higartil hetta kappingarárið.  

Tróndur fekk reytt kort

Í næst bestu deildini í Norra møttust Ryger, við føroyingunum Juliani Kragesteen og Tróndi Mikkelsen, og Fyllingen úr Bergen. Tað var ein sonn avsmyrjing tá Ryger vunnu 34-21.

Eftir eitt korter varð spælt, hendi tá óhepna fyri Trónd, at hann skeyt eitt brotskast í andlitið hjá málverjanum, og fekk beinleiðis reytt kort. Jørgen Laug, sum er venjari hjá einum øðrum føroyingi, Kjartani Johansen, skrivar á twitter, at tað var hart dømt.

– Hetta er ikki rættvísi í míni verð. Málverjin ger eina stóra rørslu meðan Mikkelsen skýtur væl við síðuna av málverjanum. Bara óheppi í mini verð, skrivar hann.

Tróndur Mikkelsen fekk viðurkent málið, men mátti hyggja á áskoðaraplássinum restina av dystinum. Tað hevði sum so onga ávirkan á dystin, og Ryger, sum er nýggja samanlagda felagið í Stavanger, koyrdi sigurin trygt í hús.