Golden Maps: Nú traðka kvinnurnar fram

Eftir at Rannvá Magnadóttir mánadagin deildi eitt video á Instagram í samband við myndamappuna Golden Maps, har hon er á, eru tað alsamt fleiri kvinnur, sum eisini eru á Golden Maps, ið nú stíga fram og heita á fólk, um ikki at deila myndirnar víðari

Síðan Rannvá Magnadóttir mánadagin tók blaðið frá munninum, eru tað fleiri aðrar kvinnur, sum eisini eru í myndamappuni, Golden Maps, og trína fram við sínari søgu (Mynd: Instagram/Rannvá Magnadóttir)
Sigurjón Einarsson
19. mai 2022 kl. 17:19

Mánadagin hevði Rannvá Magnadóttir fingið nokk.

Hon legði telefonina fram á instrumentbrettið í bili sínum og trýsti á upptøkuknøttin. Løtu seinni legði hon videobrotið á sín Instagram-vanga, sum nú hevur fingið umleið 15.500 sýningar, har hon tók blaðið frá munninum og greiddi frá, at hon er ein av teimum kvinnunum, sum er at finna á tí sonevnda Golden Maps, sum er ein teldufílur við fleiri privatum myndum og eisini tilgjørdar myndir av kvinnum, ið verður deilt runt á netinum í hesum døgum.

Hendan mappan hevur verið úti á netinum í fleiri ár, men nú er hon aftur í umferð. Hesa ferð er harafturat eisini ein listi við nøvnunum á teimum kvinnum, sum eru í mappuni, ið eisini verður deilt runt millum manna.

Í videobrotinum heitir Rannvá Magnadóttir á fólk, um at lata vera við at deila hesa mappuna við privatum myndum víðari, tí tað ger meira skaða enn gagn, at myndir verða deildar millum fólk.

Eisini vísur Rannvá Magnadóttir á, at eingin av kvinnunum, sum eru í hesi myndamappu, hava orsøk til at skammast. Heldur eiga tey at skammast, sum hava deilt myndirnar.

Videobrotið sæst her:

Síðan Rannvá Magnadóttir mánadagin tók blaðið frá munninum og alment trein fram, traðka nú fleiri aðrar kvinnur - millum annað á Instagram - fram, sum eisini eru í hesari Golden Maps-myndamappuni, og heita á fólk um at lata vera við at deila hesa myndir.

Í Góðan Morgun Føroyum í morgun segði Rakul Højsted Hansen eisini frá sínari søgu, at tað er hon, sum eisini er á nøkrum av hesum myndunum.

– Tað byrjaði við, at ein vinarlig sál segði mær frá hesum, og vísti mær skermmyndir av tí, sum hon hevði fingið, og tað var ræðuligt at uppliva. Men eg valdi beinan vegin at siga tað við míni nærmastu og mínar starvsfelagar, og tað hjálpti. Nú sigi eg tað so fyri øllum, segði hon millum annað í sendingini í morgun.

Eisini greiddi hon frá, at myndirnar av henni ikki eru nakrar, hon hevur sent, men heldur eru hetta skermmyndir av Skype-samrøðum. Myndir, sum hon hevði á telduni, sum onkur onkursvegna hevur fingið fatur á, og so eisini myndir, har hennara høvd talgilt er sett á ein annan kropp.

– Hetta síggi eg sum eitt slag av haturbeskeð, tí onkur velur at útstilla meg, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvør tað kann vera, tí eg havi ikki konflikt við nakran, segði Rakul Højsted Hansen í Kringvarpinum í morgun.