Gongur leysur og hóttir við at drepa heilsustarvsfólk

Fyrrverandi læknin, Freddie Poulsen, hevur gjørt hóttandi viðmerkingar móti heilsustarvsfólkum og ørðum, sum hann kallar “satanistar” - Tað er ólógligt ikki at drepa ein satanistiskan persón, sum promoverar korona, sigur diskrediteraði læknin

Steinar Patursson
27. juli 2021 kl. 15:57

Í minsta lagi tríggjar dagar hava hóttandi viðmerkingar staðið á almennu facebook síðuni fyri koronu í Føroyum, og tað eru ikki smávegis hóttanir, ið talan er um.

Millum annað stendur at lesa, at:

"Tað rættasta er, at eliminera allar Satanistarnar, sum promovera Corona og so fejra tað alla ólavsøkuna."

Og at:

" [...] Tú er lumpa til at trúgva uppá nakað, sum ikki er til. So tín viðmerking veit eg kemur frá einum, sum ikki dugir at síggja, at virus eru ikki til í veruleikanum. Og tað er tí, at grundlógin og Terrorlóggávan eru so greið og siga, at tað er ólógligt, at møta einum Satanistiskum persóni, sum promoverar Corona og ikki drepa hann og sikra sær, at viðkomandi er deyður áðrenn man fer víðari."

Tað er fyrrverandi og diskrediteraði læknin, Freddi Poulsen, ið hevur skrivað hóttandi viðmerkingarnar, og hann hevur so at siga alla koronutíðina verið millum ídnastu andstøðingar móti arbeiðinum at basa koronu.

Freddie Poulsen skal møta í rættinum eftir ólavsøku, har hann er ákærdur fyri hóttanir. Dimmalætting veit, at leiðandi starvsfólk í heilsuverkinum nú steingja dyrnar við hús, tí tey óttast Freddie Poulsen. Dimmalætting hevur tí spurt fútan, hvussu tað ber til, at fyrrverandi læknin ikki er varðhaldsfongslaður.

Til hetta svarar fútin, at mett varð ikki í hesum ítøkiliga døminum, at neyðugt varð at varðhaldsfongslað hann aftur. Freddie Poulsen hevur verið varðhaldsfongslaður áður.

Viðmerkingarnar hava nú staðið á facebook síðuni í tríggjar dagar, og eru ikki tiknar burtur av umsitaranum. Tað er ikki eydnast Dimmalætting at fáa samband við viðkomandi á løgmansskrivstovuni, ið umsitur síðuna.