Gongur væl at koppseta í Føroyum

920 føroyingar hava fingið koppseting móti Covid-19

Ari av Rana
7. januar 2021 kl. 20:05

Tað gongur væl at koppseta føroyingar móti Covid-19. Landssjúkrahúsið boðar frá, at nú eru 920 føroyingar koppsettir. Hetta svarar til 1,7% av fólkatalinum.

Í gjár vóru 350 heilsu- og røktarstarvsfólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Eftir ætlan hava áleið 1200 starvsfólk á heilsu- og eldraøkinum fingið koppsetingina, tá vikan er runnin, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Landssjúkrahúsið skrivar, at alt bendir á at nýggj sending av koppingarevni kemur til Føroya fyrst í komandi viku og at gongur alt eftir ætlan, eru fleiri enn 2000 føroyingar koppsettir fyri korona, tá ið vit koma út í hálvan januar.