Gorbatjov verður jarðaður í dag - men Putin luttekur ikki

Seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum, Mikhail Gorbatjov, verður í dag jarðaður í Moskva. Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, fer ikki at luttaka

Anna Joensen-Næs
3. september 2022 kl. 14:36

Síðsti leiðarin hjá Sovjetsamveldinum verður í dag jarðaður í Moskva.

Forsetin hjá Russlandi, Vladimir Putin, luttekur ikki.

Gorbatjov liggur í opnari kistu. Hátíðarhaldið verður í vælkendu súlnuhøllini í húsinum hjá fakfeløgunum í høvuðsstaðnum Moskva.

Seinni skal hann jarðast á Novodevitjekirkjugarðinum, har ið aðrir vælkendir russarir liggja.

Hann far ikki eina ríkisfyriskipaða jarðarferð, orsaka av spentu støðuni millum vesturheimin og Russland, og har eru somuleiðis ikki nógvir politiskir leiðarir, ið vænta at luttaka. 

Sambært Flemming Splidsboel, ið er seniorgranskari hjá DIIS (Dansk Institut for Internationale Studier), hevur Russland frá almennari síðu gjørt tað minsta, tey skuldu gera, tá ið tosað verður um ein fyrrverandi ríkisleiðara.

- Tað verður ein privat og still jarðarferð, ið ikki hevur nakað alment sker yvir sær. Í veruleikanum er hann deyður í einum óhepnum tíðarskeiði. Innast inni dámdi Putin ikki Gorbatjov nakað serligt, og orsaka av krígnum í Ukraina, er har eitt heilt annað huglag, sigur hann.