Gransking er vegurin fram

Fróðskaparsetrið, sum er okkara hægsti læristovnur, hevur ment seg nógv seinastu árini, og tað er ikki tí vit ikki hava eitt granskingarumhvørvi í Føroyum, men trupulleikin er sum við so nógvum øðrum, at fíggjarligi parturin haltar aftaná

Emil Lisberg Jacobsen
24. september 2022 kl. 09:23

Seinastu dagarnar hevur Vísindavøkan verið á ferð kring landið, og í dag, fríggjadag, er sjálv Vísindavøkan í Løkshøll í Runavík, har mangt áhugavert er á skránni.

Vit hava seinastu árini sæð fleiri áhugaverd úrslit av føroyskari gransking, sum eisini hava verið sera gagnlig fyri føroyska samfelagið, til dømis undir koronatíðini. Og tað er neyvan nakar, sum er ímóti gransking í Føroyum og í føroyskum viðurskiftum.

Gransking og vísindi hava tó ikki altíð havt bestu umstøður í Føroyum, og tað er ein sannroynd, at tá tíðirnar versna, er tað eitt sindur sum við mentanini: Tað eru økir sum gransking, ið fyrst merkja fíggjarliga sviðan, tá tað almenna skal spara. Og tá tíðirnar verða betri aftur, er tað sjáldan granskingin, sum er fyrst at fáa nakrar eyka krónur frá tí almenna.

Í serliga blaðnum, sum er komið út til Vísindavøkuna, sigur nýggi formaðurin í ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum, at meiri peningur má setast av til gransking í Føroyum.

Serliga vísir hann á, at vit hava fyri neyðini at granska meira í evnum, sum eru serføroysk – og tá vit hugsa um nakað serføroyskt evni at granska í, hugsa tey flestu ivaleyst fyrst og fremst um fiskivinnuna. Tað verður granskað í fiskivinnu og alivinnu í Føroyum, men sjálvandi kundi tað verið granskað upp aftur meir, ikki minst í vøru- og marknaðarmenning í Føroyum, soleiðis sum formaðurin í ráðnum eisini vísir á.

Vit hava í nógv ár tosað um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr fiskinum her heima í Føroyum, men einasti vegur at finna útav, hvussu vit kunnu tað, er við gransking. Serliga tá hugsað verður um, at grannalondini, sum vit eisini kappast við um marknaðir, gera meira við gransking enn vit, ger tað týdningin av granskingini upp aftur størri.

Fróðskaparsetrið, sum er okkara hægsti læristovnur, hevur ment seg nógv seinastu árini, og tað er ikki tí vit ikki hava eitt granskingarumhvørvi í Føroyum, men trupulleikin er sum við so nógvum øðrum, at fíggjarligi parturin haltar aftaná. 

Gransking kostar, men gransking hevur eisini risastóran týdning fyri menningina av samfelagnum á øllum økjum. Tí eiga vit sum land eisini at hjúkla um okkara granskarar og okkara gransking.