Gransking: Tøl fyri krabba í høvdi og hálsi í Føroyum lík teimum donsku

Sunnvá Hanusardóttir Olsen, lækni, hevur saman við øðrum skrivað grein um títtleikan av krabba í høvdi og hálsi í Føroyum 1985-2017. Niðurstøðan í afturlítandi kanningini av tilburðum í Føroyum 1985-2017 er, at tølini í Føroyum í høvuðsheitum líkjast teimum í Danmark

Sigurjón Einarsson
17. mars 2021 kl. 07:50

Sunnvá Hanusardóttir Olsen, lækni, hevur saman við øðrum skrivað grein um títtleikan av krabba í høvdi og hálsi í Føroyum í tíðarskeiðnum frá 1985 til 2017, og um útlit fyri ymsu sjúkubólkarnar fimm ár aftaná, at sjúkan er staðfest.

Hetta er fyrsta kanning av sínum slag í Føroyum.

Í alt vóru 202 sjúklingar partur av greiningini, av hesum 62 prosent menn. Tilburðirnir eru allir úr føroysku krabbameinsskránni. Umframt títtleika og útlit, varð eisini hugt at alkohol og tubbaksnýtslu, sum eru vanligasta orsøkin til krabba, nær krabbin er staðfestur og ymsum tíðarlinjum.

Niðurstøðan í afturlítandi kanningini av tilburðum í Føroyum 1985-2017 er, at tølini í Føroyum í høvuðsheitum líkjast teimum í Danmark, bæði í mun til títtleika av tilburðum og í mun til deyðstíttleika.

Miðal útlitini hjá kvinnum eru munandi betur enn hjá monnum. Hetta tykist bæði hanga saman við roykivanum, og at menn bíða longri við at fara til lækna enn kvinnur. Støðan, í mun til útlit, er betri í tiðarskeiðnum frá 2000 til 2017, um samanborið verður við tíðarskeiðið frá 1985 til 1999. 

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum "International Journal of Circumpolar Health" og kallast “Incidence and survival of head and neck cancer in the Faroe Islands” og kann lesast her

Høvundarnir eru Sunnvá Hanusardóttir Olsen, Jeppe Friborg, Bjarki Ellefsen, Kathrine Kronberg Jakobsen og Kasper Aanæs.

Kelda: Granskingarráðið