Grein: Seks meyrusløg funnin í Føroyum

Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað stutta grein – Rapid Communication – um meyrusløg, sum eru staðfest í Føroyum

Sigurjón Einarsson
26. januar 2021 kl. 16:43

"Rapid Communication" er ein stutt grein um meyrusløg, sum eru staðfest í Føroyum síðani 1996. Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað greinina, ið er almannakunngjørd í Bioinvasions Records á Invasivesnet.org

Í greinini verður greitt frá seks meyrusløgum, nær og hvussu ofta tey eru funnin og hvør støðan er í dag. Tann svarta havameyran Lasius niger er staðfest oftast og meyrubúgv eru eisini funnin.

Høvundarnir vænta, at um ikki munagóð tiltøk um lívfrøðiliga trygd verða sett í verk, so fer talið av meyrum eins og øðrum fremmandum verum at vaksa komandi árini.

Greinin kallast “Discoveries and fate of six ant (Hymenoptera, Formicidae) species on the Faroe Islands” og kann lesast her

Sí meira kunning um meyrur á síðuni jenskjeld.info        

Kelda: Gransking.fo