Grillað pitsa

“…fyri góðum fimm árum síðan ynskti eg mær so nógv ein pitsastein at leggja á grillina. Eg átti ongar pengar at keypa ein fyri. Ella kanska var ov langt til Havnar at keypa ein. Í øllum førum bleiv tolið uppi, og eg smekkaði pitsadeiggið beint á glóðheitu grill ristina. Tað var vert eina roynd… Tað var faktiskt vert nógvar endurroyndir, tí tað eydnaðist so sera væl. Eg eigi enn ongan pitsastein, hóast eg nú bæði eigi pengar og búgvi í Havn, men pitsa grilli eg næstan hvørjaferð verið er gott. Í hesi greinini greiði eg frá hvussu tú kanst gera”

Tjóðhild Patursson
13. mai 2022 kl. 18:14

Í dag er mikudagur. Nei, allar helst ikki hjá tær, sum situr og lesur hetta. Men hjá mær, nú eg sitið úti í túninum í sólini og skrivi, er mikudagur. Veðrið er av tí allar fagrasta, og eg havi avgjørt at vit eiga fáa grillina heim sum skjótast! Tað eru ikki so nógvir sovorðnir grillveðursdagar í Føroyum, so tað ræður um at vera klár. Vit fluttu fyri góðum hálvum ári síðani, og grillin er enn ikki komin heim. Og tað kennist ikki heilt sum eitt veruligt heim fyrr enn hon er her. Tí tað er rundan um grillina at vit savnast góðveðursdagarnar.

Fyrr dámdi mær einki serligt at grilla. Eg meini so við: burgarar av frystum innturkaðum kjøti ella pylsur… tað er oftast tað, sum stendur á matarskránni. Ella fiskur, um man skal “vera vaksin”.

Men fyri góðum 5 árum síðani ynskti eg mær ein pitsastein at leggja á grillina. Eg átti ongar pengar at keypa ein fyri. Ella kanska var ov langt til Havnar at keypa ein. Í øllum førum bleiv tolið uppi, og eg smekkaði pitsadeiggið beint á glóðheitu grill ristina. Tað var vert eina roynd…

Tað var faktiskt vert nógvar endurroyndir, tí tað eydnaðist so sera væl! Eg eigi enn ongan pitsastein, hóast eg nú bæði eigi pengar og búgvi í Havn, men pitsa grilli eg næstan hvørjaferð høvið bíðst.

Tað er okkurt við at grilla, sum ger, at alt smakkar betur. Eisini tá ið mann, sum eg, onkuntíð snýtir við at brúka eina gassgrill. Eg haldi ikki, at tað er sjálvur smakkurin, ið ger, at tað “smakkar” væl, men heldur hugnin kring grillina, og so sjálvsagt tað at vera úti.

Tað riggar óføra væl at grilla pitsu, men tú skalt hugsa um at hava grillina ordiliga heita.

Rulla deiggið tunt út á einum mjølvaðum borði. Legg pitsabotnin á grillina og legg lokið á. Baka í umleið tveir minuttir – hetta er ógvuliga ymiskt, alt eftir hvussu heit grillin er. Vend síðani pitsabotnin og breið so fylluna á – ja, meðan hon liggur á grillini. Legg lokið á aftur grillina. Pitsan er klár, tá ið osturin er smeltaður – umleið tveir til tríggjar minuttir.

Pitsadeiggj – til 2 pitsur

4 gr av ger

2 dl av vatni (brúka flótt vatn, um tú ætlar tær at brúka deiggið beinanvegin)

1 tsk av sukri

1 tsk av salti

1 spsk av olju

Umleið 300 gr av mjøli

 

Rør ger, vatn, olju, salt og sukur saman. Rør síðani mjølið útí. Lat deiggið standa á borðinum í ein tíma. Být tað síðani í tveir partar, pakka tað væl inn og legg tað í køliskápið, til tú skalt brúka tað. Eg havi roynt at latið tað ligið har í heilar 24 tímar uttan trupulleikar, tað er tó klárt at brúka beinanvegin.

 

At koyra oman á pitsubotnin

Tú kanst leggja so at siga hvat sum helst á pitsur - men tað mesta riggar best, um tú skert tað ORDILIGA tunt.

Mínar yndispitsur eru hesar:

Nota og feta
Stoyt heitt vatn út yvir noturnar (soleiðis at tær ikki brenna), kroyst vatnið úr. Koyr olju og hvítleyk á pitsuna, síðani skáldaðu noturnar og at enda fetaost - tað má vera ein leskiligur, kremutur fetaostur (ikki sovorðin turrur, sum er skorin í terningar!).


Karamelliseraður leykur og vesturhavsostur
Sker leyk tunt. Steik í olju á miðallágum hita leingi, leingi, til leykurin allur er bleytur og brúnur og søtur og leskiligur. Brúka síðani hendan leykin á pitsu saman við rivnum vesturhavsosti. Ein klassikari!

 

Epli og geitarostur
Sker eplini heilt, heilt tunt. Karva hvítleyk smátt. Koyr fyrst olju og hvíleyk á pitsuna, síðani tunnu eplaflísarnar og at enda geitafeta - ella seyðafeta. Baka. Mal svart pipar útyvir, áðrenn tú borðreiðir.

 

Sitrón og sukur
Ein leskilig dessertpitsa til tey (nógvu) okkara, sum hava hug á onkrum søtum omaná.

Sker sitrónina so tunt sum gjørligt. Smyr smyrjiost ella mascarpone á pitsabotnin, legg síðani tunnu sitrónflísarnar á og stroy sukur omanyvir. Baka. Stroy meira sukur á, beint sum pitsan kemur úr ovninum/av grillini.

Onnur hugskot til fyllu á grillaða pitsa:

Eftir mínum tykki, smakkar alt væl á pitsa, um tað bara er skorið í ordiliga tunnar flísar! Tú kanst til dømis royna hesar pitsurnar:

-      Tomatsós, mozzarellaostur og pepparoni. Ein klassikari!

-      Tomatsós, piparfrukt, kili og rivin ostur. Um tú ert av djarvara slagnum.

-      Olivenolja, hvítleykur, epli og fetaostur. Ein ljós, vøkur og væl angandi pitsa.

-      Grønt pesto, soppar, brokkoli, grøn kili og bláskimmelostur. Um tú ert heilt løgin - sum eg.

Og nýt annars hugflogið, og koyr á pitsuna, júst tað tær dámar allar best.

Um tú ikki eigur eina grill

Um tú ikki eigur eina grill vil eg ráða tær til at keypa eina. Ella bara at laga nakrar steinar í ein runding, leggja kol í mittuna og so eina rist omanyvir. Men tað ber sjálvandi eisini til at baka pitsurnar í ovninum. Tá er týdningarmikið at tú setur ovnin for frá. So hart frá sum hann kann. Og baka pitsurnar niðarliga í ovninum.