Grindaboð fyri aðru ferð í dag

Tað er ikki oftari enn so, at grindaboð verða rópt tvær ferðir sama dag í sama øki. Men tað hendi í dag, tá fólk funnu enn eina grind í Sundalagnum

Sveinur Tróndarson
16. oktober 2020 kl. 13:45

- Jú, tað er rætt, at tey hava funnið enn eina grind her í økinum. Tey funnu hana sunnanfyri Hósvík, og verður hon hildin til, so verður hon hildin til í Streymnesi.

Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður fyri Vága og Steymoyar sýslur.

Fyrrapartin var ein grind hildin til í Streymnesi, tá umleið 80 hval løgdu beinini, og nú vóru so aftur grindaboð.

Um tað endar við, at grindin verður hildin til, dugir sýslumaðurin ikki at siga beint nú, tí seinast sýslumaðurin visti, høvdu teir ikki funnið grindina aftur. Verður hon hildin til, so er talan um ein sjáldsamt tilfeldi viðurkennir Finnbogi Midjord.

- Tað kemur ikki ofta fyri, at tvær grindir vera hildnar til í sama øki sama dag. Men nú fáa vit at síggja. Bátarnir mugu finna hana fyrst, sigur hann.

Enn er ikki endaliga uppgjørt frá fyrra drápinum. Arbeitt verður við at taka upp og so skal merkjast. Tí veit Finnbogi Midjord í løtuni ikki, hvussu grindin verður býtt.

- Vit mettu fyrr í dag, at talan er um 80 hval, og málið er framvegis at seðlarnir skulu koma út um átta-tíðina í kvøld. Hvør fær part, veit eg ikki ordiliga í løtuni. Tað kann vera, at talan bara verður um drápspartar, sigur Finnbogi Midjord.