Grøna leiðin bleiv svikin

Vit skulu gera átøk til frama fyri okkara náttúru, leggja um til grøna orku, eins og vit skulu hugsa burðardygt í hvørjari avgerð vit taka - alt fyri at minka um okkara co2 útlát, og harvið betra umstøðurnar hjá okkum øllum at liva eitt sunt, frælst og fríkst lív í okkara landi.

Annfinn Brekkstein
5. november 2020 kl. 12:49

Vit skulu ikki loyva dálking av náttúruni við at parkera gomul bilvrag, maskinur, traktorar og aðra vinnuliga útgerð í okkara kommunu, t.v.s., á almennari jørð, eins og kommunalari ogn. Borgarin krevur, at vit sum kommuna taka ábyrgd og ganga á odda fyri, at borgarin trívist í okkara nærumhvørvi í kommununi - tá tað snýr seg um grannaløg, býlingar, á bygd osfr.

Tá vit gera útstykkingar eiga vit at hugsa um at áleggja borgarum at nýta grøna orku, hitapumpur, jarðhita, fjarhita ella aðra framkomnað orkukeldu, sum er á marknaðinum. Vit skulu ganga á odda fyri ein burðardyggan bý - ikki bara í myndum og postulátum - men við at taka ábyrgd og handla.

Vit skulu gera íløgur í landstreym á okkara havnaanleggum - hettar kostar -  men ein nýtímans framkomin býur eigur at kunna bjóða hesa tænastu til skipini, sum dagliga brúka okkara havnir. Vit skulu gagnýta okkara havnir maksimalt fyri at fáa inntøkur og harvið skapa arbeiðspláss, men tað skal ikki ganga útyvir trivnaðin og heilsuna hjá teimun, sum búgva nærmast, tí er landstreymir ein sjálvfylgja í 2020.

Tá vit gera útbyggingar í okkara náttúru, skulu vit alla tíðina mest møguligt taka hædd fyri umhvørvisligu avleiðingunum, eitt nú møguligari dálking og øðrum, sum hettar kann føra við sær. Vit skulu alla tíðina taka skilagóðar avgerðir, sum skaða okkara náttúru minimalt - tí vit mugu ásanna, at kommunan alla tíðina er í menning og vil vera ajour fyri at taka ímóti nýggjum avbjóðingum vinnuliga.

Vit skulu taka ábyrgd av okkara kommunu - tað vil siga vald og gjald skulu fylgjast, vit eiga ikki at leggja KOB undir IRF - har minsti felagsnevnari skal ikki hava ræðið á okkara útreiðslum - fram um fólkavaldu býráðslimirnar.

Tað vildi partur av sitandi býráðsmeiriluta, nevnliga Fólkaflokkurin og Tjóveldi gera, tí er neyðugt at velja ein býráðspolitikara við royndum, førleika og dirvi at taka røttu avgerðir fyri okkara kommunu.

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu