Grønland: Stovnarin av Naleraq leggur frá sær sum floksformaður

Hans Enoksen, sum í 2014 var við til at stovna nýggja flokkin Naleraq, gjørdi í gjár av at leggja frá sær. Nýggjur formaður skal veljast á eykaaðalfundi í næstum. Tað skrivar Sermitsiaq

Sveinur Tróndarson
21. juni 2022 kl. 01:01

- Formansskapurin í Naleraq hevur í dag viðgjørt umbønina hjá Hans Enoksen um at sleppa frá sum formaður í flokkinum, sum hann sjálvur var við til at stovna í 2014. Avgerðin er bara hansara og er persónlig.

Hesi boðini vórðu send grønlendsku miðlunum seint í gjár og fráboðanin frá flokkinum var undirskrivað av Ruttsi Lynge Lennert, sum er virkandi formaður fyri flokkin eftir at Hans Enoksen bað um at vera loystur úr formansstarvinum.

Tað er ein av teimum heilt royndu grønlendsku politikarunum, sum í gjár valdi at leggja formansstarvið frá sær.

Hans Enoksen byrjaði í grønlendskum býráðspolitikki í 1987 og varð fyrstu ferð valdur í Inatsisartut, sum grønlendska landstingið eitur, í 1995. Hann var borgarstjóri í Sisimiut í eitt hálvt ár, og í 2001 gjørdist hann limur í grønlendska landsstýrinum, sum eitur Naalakersuisut, har hann hevði ábyrgd av fiskivinnumálum.

Árið eftir gjørdist hann landsstýrisformaður, eitt starv, sum hann røkti í sjey ár. Næstu sjey árini, frá 2009 til 2016 var hann tingmaður, áðrenn hann í 2016 gjørdist fiskimálaráðharri aftur og árið eftir vinnumálaráðharri.

Í 2018 gjørdist Hans Enoksen tingformaður og tað starvið hevur hann enn. Um hann heldur fram í starvinum, ella um hann heilt fer úr politikki, er sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq ikki greitt enn.