Grønlendska stjórnin hóttir Danmark við rættarmáli

- Vit eru áhugað í at fáa málið avdúkað fyri at meta um, hvørt grundarlag er fyri einum møguligum sakarmáli ella ikki.

Edvin H. Niclasen
22. januar 2025 kl. 15:20

Grønlendska stjórnin, Naalakkersuisut, hóttir við at føra Danmark fyri altjóða revsirættin. Kemur ein kanning av ‘spiralmálinum’ til ta niðurstøðu, at Danmark hevur framt fólkadráp móti grønlendingum, er ráðharrin í Naalakkersuisut og talsmaðurin í málinum, Naaja Nathanielsen (IA), sinnaði at senda málið víðari í rættin.

- Vit eru áhugað í at fáa málið avdúkað fyri at meta um, hvørt grundarlag er fyri einum møguligum sakarmáli ella ikki, sigur hon við grønlendska miðilin KNR.

Hóast ein óheftur granskingarbólkur í løtuni metir um, hvørt ‘spiralmálið’ kann flokkast sum fólkadráp ella ikki, so ivast stjórnarflokkurin Inuit Ataqatigiit, hvørs formaður er Múte B. Egede, ikki í, hvar flokkurin stendur.

-Vit meta, at talan er um fólkadráp, tá danski staturin í mong ár hevur avmarkað møguleikarnar hjá grønlendskum kvinnum fyri reproduktión, sigur Naja Nathanielsen við KNR.

Kanningin av spiralmálinum er gjørd í samstarvi millum donsku stjórnina og Naalakkersuisut, og verður væntandi liðug í 2025.

Naalakkersuisut er eisini farið undir eina kanning sjálv, sum viðger nýggj mál eftir 1992. Hon verður væntandi eisini liðug næsta ár, skrivar KNR.

Naja Nathanielsen greiðir Berlingske frá, at tað ørkymlar hana, at Danmark ikki alment hevur biðið um umbering fyri málið enn.

- Eg verði sera kedd um hetta málið endar í einum rættarsali. Best hevði verið, at vit høvdu kunnað byrjað eitt ordiligt prát, eitt javnsett prát,’ sigur hon við fjølmiðlarnar.