Grønlendskur tinglimur ákærir Danmark fyri fólkamorð

Í dag verður ríkisfelagsskapurin viðgjørdur í fólkatinginum. Føroysku fólkatingslimirnir tóku orðið, men serliga hevur røðan hjá grønlendska fólkatingsliminum, Aki-Matilda Høegh-Dam, vakt ans

Kristian Waag Dam
20. mai 2022 kl. 11:30

Í dag verður ríkisfelagsskapurin viðgjørdur í fólkatinginum. Forsætisráðfrúan, Mette Fredriksen, byrjaði kjakinum við eini frágreiðing, um núverandi støðuna í ríkisfelagsskapinum. Síðan fingu fólkatingslimirnir møguleika at spyrja Mette Fredriksen hvør sín spurning eftir røðuna. Aftaná røðuna og spurningarnar fór kjakið um ríkisfelagsskapin ígongd.

Føroysku fólkatingsumboðini, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, settu hvør sín fyrispurning til Mette Fredriksen. Báðir tveir takkaðu fyrst og fremst fyri eitt gott og væleydnað samstarv. Føroysku fólkatingslimirnir settu fyrispurningar um, hvussu tað gekk at menna samstarvið millum Føroyar og ES. Føroyski útflutningurin til Russland er hildin uppat, tískil tørva Føroyar ein nýggjan keypara.

- Vit eru í tøttum dialogi við ES, um eitt tættari samstarv við Føroyar, og um hvussu vit menna hetta samstarvið, segði Mette Fredriksen, tá Edmund Joensen spurdi um, hvussu ES arbeiðir fram ímóti einum nýggjum samstarvið við Føroyar.

Tá kjakið um ríkisfelagsskapin fór ígongd og røðurnar hjá fólkatingslimunum byrjaðu, so var tað serliga røðan hjá grønlendska fólkatingsliminum, Aki-Matilda Høegh-Dam, ið vakti ans. Hon tók ikki undir við, at ríkisfelagsskapurin var ein javnstøður ríkisfelagsskapur. Hon byrjaði røðuna við hesum orðum:

- Ríkisfelagsskapurin er ikki til.

Í røðuni kom hon eisini inná, hvussu Danmark hevur burturflutt grønlendsk børn frá foreldrum teirra, tað sonevnda “fødestedskriterie” og spiral skandaluna í Grønlandi. Spiral skandalan í Grønlandi kom fyri stuttum á breddan, tá DR viðgjørdi málið í einum podcasti. Danskir læknar settu 4.500 spiralar upp hjá ungum grønlendskum kvinnum í barnsburðaraldri, í tíðarskeiðnum frá 1966 til mitt í 1970’innum. Spiralar vóru uppsettir hjá gentum heilt niður í 13 ára aldur. Samtykki var ikki krav, tá donsku læknarnar setu spiralin upp hjá grønlendsku gentunum.

- Barnaburturflytingar í bestu meining. Fíggjarligan mismun i bestu meining. Fólkamorð í bestu meining

- Óansæð, hvussu man vendur og dragar søgubøkurnar, so eru øll hesi trauma og avleiðingarnar, ikki bara nakað, sum liggur hjá nøkrum heilt fáum menniskjum. Tað liggur sum ein tung dýna yvir fólkið, segði Aki-Matilda Høegh-Dam, um ta døpru søguna hjá Grønlandi og Danmark.

Aki-Matilda Høegh-Dam vísti eisini á, at grønlendska fólkið hevur víst stórt áræði við at halda fast í síni egnu mentan og egna málið.