Grótverjan í Oyrunum á Toftum skal leingjast

Á bygdaráðsfundi 27. juni 2022 samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægsta tilboðnum, sum RTS átti, at leingja grótverjuna í Oyrunum á Toftum við umleið 80-90 metrum

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes Kommunu, og Svend Lamhauge, varastjóri í RTS Constructors, við undirskrivaða sáttmálanum
Sigurjón Einarsson
29. juni 2022 kl. 16:59

Grótverjan í Oyrunum á Toftum skal leingjast. Tað verður RTS Constructors, ið kemur at standa fyri arbeiðnum.

Hetta avgjørdi Nes kommuna á bygdaráðsfundi mánakvøldið 27. juni, skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

- Tilboðsgevararnir hava givið tvey tilboð hvør. Tilboð A umfatar arbeiðið at leingja grótverjuna í Oyrunum við 80-90 metrum. Grótið verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin er umleið 38.000 rúmmetrar.

- Tilboð B umfatar at taka ímóti og leggja grót frá møguligu íbúðarverkætlanini á Regnavegnum út í grótverjuna. Við tí grótinum, sum er mett til 60.000 rúmmetrar, ber til at leingja grótverjuna við 100 metrum afturat. Tilboð B verður tó ikki sett í verk, fyrr enn vissa er fingin fyri, at íbúðarverkætlanin á Regnavegnum verður framd, skrivar Nes kommuna.

Í dag varð so sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS, ið fevnir um tilboð A. Sáttmálaupphæddin er umleið átta milliónir krónur, men harafturat skal kommunan gjalda fyri trygging, ráðgeving og eftirlit.

Arbeiðið byrjar eftir ætlan seinnapartin í august, og skal verða liðugt tíðliga komandi vár, skrivar kommunan.