Grundvatnið til fyrstu viðgerð

Uppskotið skal áseta reglur fyri nýtslu av grundvatninum undir Føroyum

Steinar Patursson
23. mars 2023 kl. 15:40

Seinnapartin í dag var uppskotið um løgtingslóg um grundvatn til 1. Viðgerð í løgtinginum.

Talan er um eitt uppskot frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Høgna Hoydal, ið hevur til endamáls at staðfesta, at grundvatnið undir Føroyum er fólksins ogn, og lóggávan hevur tí eisini til uppgávu at áseta reglur fyri, hvussu vatnið kann gagnnýtast, og undir hvørjum treytum loyvi kann veitast at gagnnýta grundvatn.

Í uppskotinum stendur millum annað, at um grundvatn rennir upp av sær sjálvum, til dømis gjøgnum eitt borihol til jarðhita, hevur eigarin rætt til at gagnnýta vatnið, um tað hóskar seg til nýtsluna, og um landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til tess.

Landsstýrismaðurin kann eisini geva loyvi til at nýta grundvatnið til vinnuligt endamál, og nærri treytir fyri hesum loyvum skulu lýsast í kunngerð.

Harumframt leggur uppskotið upp til, at landsins myndugleikar skulu fáa atgongd til at seta upp útbúnað til at gagnnýta grundvatn á privatari jørð uttan endurgjald, um útbúnaðurin ikki er til ampa fyri eigaran.