Guðrið Hansdóttir fer at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum

Í samband við nýggja útgávu, fer Guðrið Hansdóttir at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. apríl

Sigurjón Einarsson
19. apríl 2022 kl. 14:04

Síðan Guðrið Hansdóttir læt sína útgávu út í 2016, sum ber heitið “Painted Fire”, hevur lítið verið at hoyrt, men nú er nýtt at frætta frá Guðrið, tí leygardagin 23. apríl klokkan 20 fer hon á pall í Norðurlandahúsinum saman við bólki sínum, nú Guðrið letur sína nýggju fløgu “Gult myrkur” út.

Útgávan er eitt samstarv við yrkjaran Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum hevur skrivað allar tekstirnar, ið eru á føroyskum. Útgávan varð tikin upp í Studio Bloch og í E7 studio í Reykjavík í 2021.

Tað eru Mikael Blak, Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen. ið hava framleitt útgávuna. Tróndur Bogason hevur staðið fyri streingja- og kórútsetingar. Eisini eru fleiri gestasangarar og tónleikarar við á útgávuni, m.a. Eivør Pálsdóttir, Hans Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, KATA, Fróði Hansen, Bjarki Hansen.

Røddin hjá Guðrið og akustiski gitarin eru berandi elementini á útgávuni, saman við streingjaljóðføri og elektroniskum rútmum. Løgini eru sárbær, innilig, hugvekjandi og bera vón um ljós í myrkrinum, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Norðurlandahúsinum.

Til útgávukonsertina í Norðurlandahúsinum, leygardagin 23. apríl, trínur Guðrið Hansdóttir á pallin saman við Mikaeli Blak, Mattiasi Kapnas, Per Ingvaldi Højgaard Petersen, Heðini Ziska Davidsen og Kata. Daniu O. Tausen fer at spæla nakrar sangir undan útgávukonsertina hjá Guðrið Hansdóttir.