Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Basel, har føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti í løtuni leggur síðstu hond á fyrireikingarnar undan fyrsta dystinum í EM endaspæli yvirhøvur.
Hann verður ímóti sveisisku vertunum.
Millum føroysku áskoðararnar er forkvinnan í Hondbóltssambandi Føroya Gunn Ellefsen.
Fyri hálvum øðrum ári síðani var Gunn Ellefsen á EHF kongress í Basel í Sveis. Tað var á sama gistingarhúsi, sum føroyska kvinnulandsliðið og tey í HSF nú halda til á.
-Tá var tað greitt, at menninir fóru at luttaka í EM endaspælinum í Týsklandi í januar í 2024. Tey vóru mong, sum heilsaðu okkum og ynsktu okkum til lukku við stóra bragdinum, sum tey hildu, at tað var, at Føroyar høvdu megnað fyri fyrstu ferð at spæla seg í endaspæl.
Soleiðis sigur Gunn Ellefsen forkvinna í HSF úr Basel, og hon heldur fram:
-Dreymurin var tá, at tað eisini fór at eydnast kvinnunum at vinna seg í endaspæl, og nú eru vit her. Á fundinum í Basel ta ferðina legði eg til merkis, at tað vóru væl fleiri kvinnur millum luttakararnar, enn tað áður hava verið á sovornum fundum, sum eg havi verið við til. Men eg staðfesti eisini í mínum stilla sinni, at tað var torført at fáa eyga á kvinnurnar, tí tær vóru í svørtum klædningi soleiðis, sum menninir altíð eru. Tá var tað, at tað av álvara birtist í mær, at tað snýr seg um ymiskar mátar at gera tingini uppá. Tað vil siga, at kvinnulandsliðið hjá okkum skuldi ikki gera tað upp á sama máta, sum menninir gera, men at tað snýr seg um samleikan í kvinnuhondbólti og kvinnuítrótti sum heild.
Nú hava kvinnurnar vunnið seg í endaspæl fyri fyrstu ferð. Gunn Ellefsen hevur royndirnar frá Berlin í januar við sær í Basel, men hon er serliga spent at vita, hvussu tað nú fer at eydnast:
-Royndirnar hjá føroysku monnunum í altjóða ítrótti og altjóða hondbólti eru fleiri, enn tær eru hjá kvinnunum. Nógvar av spælarunum, sum eru her í Basel, eru ungar, og hetta er fyrsta stóra altjóða royndin hjá teimum. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at eydnast. Tær eru tó ikki óroyndar, tí fleiri spæla í bestu donsku deildini, sum man vera ein tann besta í heiminum. Føroyingarnir har eru fleiri, enn tað er føroyskir menn í bestu týsku deildini, sum verður roknað at vera tann besta í heiminum, so vit hava gott mót.
Hvat roknar tú sjálv við?
-Um tær halda seg til tað, sum tær saman við venjarunum hava avrátt, og um tað ikki fara um koll av trýstinum frá tí, at talan er um endaspæl og nógvar áskoðarar, so hava teir møguleika at røkka góðum úrslitum. Tær hava sett sær mál, og um tær røkka teimum, so vera tær nøgdar, um so máltalvan ikki fer at vísa føroyskan sigur.
Forkvinnan í HSF heldur, at stóri sigurin er longu vunnin:
-Eitt er, at tær í tveimum dystum ímóti Luksemborg kvalifiseraðu seg at vera við í hesum endaspælinum. Eitt annað er tað, sum síðstu vikurnar hevur gingið fyri seg í Føroyum. Tær hava vant nógv, og samstundis hava tær vitjað ymsa staðni kring landið. Har hava tær upplivað, at gentur og ungdómar síggja upp til landsliðsspælararnar, og her í Sveis vita tær, at tær heima í Føroyum verða roknaðar sum umboð og fyrimyndir. Tað er stórur vinningur fyri føroyskan hondbólt og serliga fyri føroyskan kvinnuhondbólt, sigur Gunn Ellefsen.