Gunnar Nielsen nýggjur stjóri í Effo

Effo hevur fingið nýggjan stjóra. Tað verður Gunnar Nielsen, ið loysir Janus Thomsen av, sum herfyri gjørdist stjóri í íløgufelagnum Pf. Tjaldur

Tíðindaskriv
30. september 2022 kl. 09:57

Gunnar Nielsen er 45 ára gamal og kemur úr einum starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni Salmar.

Frammanundan hevur Gunnar verið fíggjarstjóri í Bakkafrost, umframt at hann bæði hevur leiðslu og starvsroyndir frá øðrum stórum føroyskum fyritøkum.

Gunnar Nielsen er útbúgvin cand.merc.aud frá Copenhagen Business School.

- Vit eru sera fegin um at bjóða Gunnari vælkomnum til Effo. Gunnar hevur góðar førleikar og drúgvar royndir í vinnulívshøpi, og eru vit tí spent uppá at fara undir samstarvið, við tí fyri eyga at menna virksemi hjá Effo enn meira, sigur Janus Thomsen, nevndarlimur í Effo.

- Effo er ein av heilt týðandi fyritøkunum í Føroyum, og eri eg tí bæði spentur og takksamur fyri at fara undir uppgávuna, sigur Gunnar Nielsen.

Gunnar Nielsen byrjar í starvinum 1. januar 2023.