Gunnar Vatnhamar spælir ikki steypafinaluna í Íslandi

Sterki føroyski spælarin hjá Víking, Reykjavík verður ikki við í steypafinaluni móti KA av Akureyri

Árni Gregersen
15. september 2023 kl. 08:48

Gunnar Vatnhamar hevur verið fastur maður á liðnum hjá Víkingi í Reykjavík hetta kappingarárið og var sjálvskrivaður á liðnum í steypafinaluni.

Tað verður hann ikki, tí eftir øllum at døma skal hann vera pápi ein av fyrstu døgunum og hann er tí í Føroyum í løgtuni og fer ikki at spæla við í finaluni.

Einir 12 føroyingar ætlaðu annars til Íslands at hyggja at dystinum millum føroyingarliðini, men nú manglar ein maður altso.

Á liðnum hjá KA spæla Pætur Petersen og Jóan Símun Edmundson.

Steypafinalan er í morgin klokkan 17.