H71 er føroyameistari

Hondbóltur kvinnur: Hoyvíkskvinnur hava í kvøld vunnið FM og harvið greipuna fyri fyrstu ferð

Jonhard Hammer
6. mai 2023 kl. 22:16

Tað er hondbóltsrómur í Hoyvíkshøllini og í Hoyvík í kvøld.

H71 vann í kvøld 25 – 24 ímóti Kyndli. Hetta var triðja FM finalan. H71 hevur vunnið allar, og tá ið tað verður kappast í best av fimm finalum, so er H71 føroyameistari. FM heitið hava tær í Hoyvík vunnið so ruddiliga. Í landskappingini vunnu tær allar dystirnar uttan ein. Hann var ímóti Kyndli og endaði við javnleiki.

Kyndil var mótstøðuliðið í FM finalunum, og Kyndil var eisini mótstøðuliðið í  steypafinaluni.

Einki er at ivast í, at bæði H71 og Kyndil vera við í toppinum í landskappingini og steypakappingini næsta ár. Tó er tað greitt, at fleiri av lyklaspælarunum hjá H71 nú fara av landinum, og at tær tí ikki fara at halda fram í H71. Millum hesar  eru Jana Mittún, Maria Halsdóttir Weyhe og Vár B. Zachariasen.

 

https://files.hsf.fo/matches/reports/Q5cPtD8JBqCdog5LPRT0.pdf

 H71 – Kyndil 25 – 24 (12 – 15)

H71: Rúna Larsen, Alda av Skarði, Elsa Egholm 2, Brynhild Pálsdóttir, Vár B. Zachariasen, Maria Halsdóttir Weyhe 4, Karin Egholm, Marita Mortensen, Lukka Arge 5, Inga Maria Joensen, Sunniva Bogadóttir, Christina Arge 1, Sára Jacobsen 2, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Jana Mittún 10, Guðrið á Borg 1

Kyndil: Jovana Stranjanac, Bára Krossteig Hansen 4, Inga Maria Roysdóttir 1, Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, Bjarta Osberg Johansen 7, Bjørt Krossteig, Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk, Katrine Nielsen Enni, Sólja Bárðardóttir Poulsen, Gylta Djurhuus á Neystabø, Barbara Hammer 1, Brá Reginsdóttir, Lea Brockie, Nadja Pejovic 4, Turið Arge Samuelsen 7, Karina Debes Heinesen