Håkan er nøgdur við úrslitið

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sigur seg vera nøgdan við dystin. Og hann er eisini errin av sínum spælarum, sum við úrslitinum í kvøld hevur tryggjað føroyska landsliðnum framhaldandi luttøku í deild C í Nations League-kappingini

– Eg eri errin av mínum spælarum. Føroyingar kunnu eisini vera errin, tí við úrslitinum í kvøld er greitt, at vit eisini kunnu spæla í hesari deildini til komandi Nations League-kapping (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
22. september 2022 kl. 22:29

Tíðindafundur hevur júst verið í Vilnius, eftir at Litava og Føroyar leiktu javnt á LFF-leikvøllinum í litaviska høvuðsstaðnum.

Teir lokalu miðlarnir vildu hava at vita, hvat fyri leikætlan føroyingar høvdu lagt fyri dagin, tí liðið trýsti høgt til tíðir.

– Vit royndu at trýsta litavar høgt uppi, tí fullu vit langt aftur á vøllin, so vita vit, at litavar kunnu spæla sítt skjóta smáspæl, og tað ynsktu vit ikki, sigur Håkan Ericson.

Håkan fýltist eitt sindur á dømingina í fyrra hálvleiki, tí alt ov ofta gjørdu litavisku verjuleikararnir rættiliga hørð fríspørk móti føroysku leikarunum, men uttan at kort vórðu givin fyri brotsgerðirnar á vøllinum.

– Dómarin loyvdi hart spæl í fyrra hálvleiki, sum nervaði okkara spæl nakað, men í seinna hálvleiki dømdi dómarin betur, men tá spældu vit ikki eins væl sum í fyrra hálvleiki, sigur landsliðsvenjarin.

Håkan greiðir frá fyri miðlunum, at føroyska liðið var komið her til Vilnius fyri at fáa eitt gott úrslit, og tað megnaði liðið eisini.

– Eg eri errin av mínum spælarum. Føroyingar kunnu eisini vera errin, tí við úrslitinum í kvøld er greitt, at vit eisini kunnu spæla í hesari deildini til komandi Nations League-kapping, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

Liðið kemur seint til gistingarhúsið í kvøld, men skal tíðliga avstað heim til Føroya í morgin árini, men tá mann hevur fingið úrslitið, sum mann kom eftir, so ger tað kanska einki, at svøvnurin ikki verður tann nógvi í nátt.