Hannes Agnarsson heldur fram í B36
Nýggi sáttmálin fevnir um tvey ár
B36.fo
20. november 2024 kl. 22:36
Hannes Agnarsson hevur skrivað undir tvey ára avtalu við barndómsfelagið B36.
Kviki vongspælarin hevur verið ein av stuðulsspælarunum hjá B36 seinastu árini, og hann tekur fegin eitt tørn afturat, nú B36 skal byggja besta mansliðið upp av nýggjum eftir eitt misseynda kappingarár.
25 ára gamli Hannes Agnarsson spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá B36 í 2016, og hevur síðan spælt 182 dystir og skotið 31 mál fyri B36.
Hannes Agnarsson hevur níggju landsdystir umframt nógvar ungdómslandsdystir.