Hanus Pál Jógvansson virkandi prestur í Hvalba

Hanus Pál Jógvansson byrjar í dag sum virkandi prestur í Hvalba. Hann hevur verið virkandi prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi seinastu tríggjar mánaðirnar.

Katrin Erlendsdóttir
31. juli 2022 kl. 10:06

Í dag byrjar Hanus Pál Jógvansson sum virkandi prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hann avloysir Jens Mortan Mortensen, sum hevur verið sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi í gott 10 ár.

Hanus Pál Jógvansson varð prestvígdur í vár og hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í tríggjar mánaðir fyri Derhard Jógvansson.

Til Suðuroyar norðara prestagjald hoyra bygdirnar Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Ørðavíkarlíð, Ørðavík og Fámjin. Tveir sóknarprestar eru í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Mynd: Fólkakirkjan