Hasfjord fer væntandi aftur í sigling um tríggjar vikur

Hasfjord hevur ikki siglt síðan 10. mai, tá ið eitt traktordekk kom um skrúvuna inni í Skopunar Havn

(Mynd: ssl.fo)
Sigurjón Einarsson
16. juni 2022 kl. 08:04

Hann hevur ligið leingi við kai í Havn, Hasfjord, síðan eitt traktordekk kom um skrúvuna á skipinum inni í Skopunar Havn tann 10. mai.

Seinastu tíðina hevur Mest roynt at fingið fatur á einari nýggjari kobling, tí skaðin var so mikið stórur á gomlu koblingina, at hon gjørdist ikki aftur.

Men Strandferðslan skrivar nú á heimasíðu sínari, at ein kobling er nú funnin og komin til landið. Tó skulu nakrar tillagingar gerast, áðrenn arbeiðið kann gerast liðugt.

Gongst sum ætlað, so kann Hasfjord fara aftur í sigling innan tríggjar vikur.