Hattur hjá Napoleon skal seljast á uppboðssølu

Nú verður møguligt at ogna sær sín egna Napoleonshatt. Í september skal ein hattur hjá Napoleon seljast á uppboðssølu

Sigurjón Einarsson
16. juli 2021 kl. 07:50

Tað er uppboðssølan Sotheby í París, ið skal selja hattin, ið Napoleon bar í krígnum móti Preussen og Russlandi í 1807. Væntaði prísurin fyri hattin fer væntandi at liggja millum 3-4,4 milliónir krónur.  

Hesin hatturin er ein út av 19 hattum, sum søgufrøðingar hava váttað hava hoyrt til Napoleon. Nakrir av hattunum eru seldir fyri stórar upphæddir, og hesin hatturin hevur verið heimahoyrandi familjuna hjá skotska politikkaranum Michael Shaw Stewart, ið keypti hattin í 1814. Hatturin hevur gingið í arv hjá hansara eftirkomarum líka síðani.

Sambært serfrøðingum hjá uppboðssøluni Sotheby, so er hetta hatturin, sum áður sagt, ið Napoleon bar í krígnum móti Preussen og Russlandi í 1807 og bar eisini hattin, tá hann undirskrivaði friðarsáttmála við Aleksander tann fyrsta í býnum Tilsit í juli 1807, ið býtti evropeiska meginlandið sundur í ymiskar partar vegna franskari og russiskari ávirkan.