HAV: - Vit vilja vísa øðrum tónleikarum, at tað er møguligt

Tann finsk-føroyska floytu og gittarduo’in, HAV, hevur í summar verið á konsertferð í Norðanlondum, við verkætlan teirra “Jørðin í mær”, ið snýr seg um veðurlagsspurningar í Norðanlondum, og nú koma tey eisini til Føroyar at framføra. Við verkætlanini vilja tey bæði varpa ljós veðurlagsbroytingarnar, men eisini vísa øðrum tónleikarum og listafólkum, at tað er møguligt gera eina veðurlagsvinaliga konsertferð

Her síggjast limirnir í HAV, Alvi Joensen og Marianne Sihvone. Duo'in savnar seg um at viðgera umhvørvisbroytingarnar, sum standast av veðurlagsbroytingunum gjøgnum nýskrivaðan tónleik. (Mynd: Aija Svensson).
Kristian Waag Dam
3. august 2022 kl. 11:45

Í næstum vera tvær sjáldsamar konsertir í Føroyum, har talan bæði er um serstakan tónleik við einum greiðum boðskapi, men eisini einum nýhugsandi veðurlagsvinaligan hátti at skipa fyri konsertum og konstertferðum.

Tann finsk-føroyska floytu og gittarduo’in, HAV, hevur í summar verið á konsertferð í Norðanlondum, og nú koma tey eisini til Føroyar at framføra. Tónleikaduo’in, ið ynskir at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, er mannað av føroyska gittarspælaranum Alva Joensen og floytuspælaranum Mariannu Sihvone, úr Finnlandi. Men hvussu kemur ein finsk-føroysk veðurlags-tónleikaduo í lag?

- Vit høvdu kent hvønn annan leingi og høvdu felags vinfólk. Tá vit so einaferð spældu saman á einum festivali, funnu vit útav, at samspælið okkara millum var gott, greiða tey frá. Bæði Alvi og Marianne hava lisið á Musikhögskolan i Malmö. Tá Marianne flutti úr Finnlandi til Malmö fekk hon brádliga eina sokallaða veðurlagsopinbering, tískil kendi hon á sær, at hon mátti gera okkurt annað, um hon skuldi gera nakran mun. Hon umhugsaði at lesa okkurt annað, men so fann hon eina loysn í tónleikinum.

- Eg hevði leingi hugsað um, á hvønn hátt eg kundi blanda mín tónleik við veðurlagsbroytingum. Altso, hvussu kann eg varpa ljós á avbjóðingarnar, ið koma frá veðurlagsbroytingum, við mínum tónleiki. Eg greiddi Alva frá hugskotinum og hann var ógvuliga áhugaður í hesum, soleiðis byrjaði okkara fyrsta verkætlan, ið kallaðist “Lurta eftir okkara høvum” leggur hon aftrat. “Lurta eftir okkara høvum” snúði seg um tær versnaðu umstøðurnar í Eystursjónum.

Nýggja verkætlanin eitur “Jørðin í mær” og snýr seg um at lýsa, hvussu náttúran her í Norðurlondum er ávirkað av verðurlagsbroytingunum. Hóast báðar verkætlanirnar snúgva seg um veðurlagsbroytingar, so er “Jørðin í mær” bæði øðrvísi og meir umfatandi, enn “Lurta eftir okkara høvum”. Heitið á nýggju verkætlanini, “Jørðin í mær”, stavar frá yrking hjá svianum Jonas Gren, ið er soljóðandi:

“Inte stor plats på jorden

Jorden Stor plats

i mig”.

Verkætlanin, “Jørðin í mær”, inniheldur fimm nýggj verk, ið snúgva seg um umhvørvisspurningar í Norðurlondum. Tey fimm ymisku verkini, eru komponerað av fimm ymsum norðurlendskum tónasmiðjum, harímillum hevur Sunleif Rasmussen smíðað eitt av verkunum.

 - Vit bóðu tónasmiðirnar skriva verkini út frá veðurlagsbroytingum, ið hava ávirkað heimland teirra, millum annað snýr verkið hjá Sunleifi Rasmussen seg um, hvussu føroyska fuglalívið er ávirkað av veðurlagsbroytingum, greiður Alvi frá.

(Mynd: Aija Svensson).

Hava veðurlagi í huganum

Higartil hevur duo’in handan “Jørðin í mær” framført í Danmark, Svøríki og Finnlandi. Nú eru ungu tónleikararnir komnir til Føroyar, men talan hevur verið um eina drúgva ferð, tí duo’in ynskti, at konsertferðin var so veðurlagsvinalig sum yvirhøvur til ber. Hetta merkti millum annað, at tey ikki kundu ferðast við flogfar.

Til framførslurnar í Keypmannahavn, Malmö, Mariehamn og Turku, hevur duo’in tískil bert ferðast við tokið og ferjum. Duo’in hevur eisini ferðast við Norrønu til Føroyar.

- Vit hava havt veðurlagi í huganum í allari verkætlanini. Bæði í verkunum, men eisini tá vit hava lagt konsertferðina til rættis. Vit hava roynt at gjørt konsertferðina, so veðurlagsvinaliga sum yvirhøvur til ber, millum annað við ikki at nýta flogfør. Vit hava heldur ikki prenta tónleikaskránna, ístaðin kanst tú taka skránna niður á telefonini, sigur Marianne.

Duo'in hevur eisini lati ein stóran part av innkomnu pengunum, har tey hava framført, fara til John Nurminen grunnin, ið hevur til endamáls at bjarga Eystursjógvin. Tó hava tey eisini verið noydd at gjalda fyri at framføra í hølum ymsastaðni. Tey greiða frá, at tey fáa løn við tí stuðli, sum tey hava fingið frá ymsum grunnum, ið hava veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina, millum annað hava Nordisk Kulturfond og Svenska Kulturfonden stuðla.

Vilja geva øðrum íblástur

Verkætlanin ynskir at seta veðurlagsbroytingar á breddan, bæði við serstøkum tónleikaverkum, men eisini við einum nýhugsandi konsertframferðarhátti. Alvi og Marianne vóna, at onnur listafólk kunnu fáa íblástur frá teirra verkætlan og konsertferð.

- Vit hava eisini fingið neiligar viðmerkingar við á vegnum, men tað týdningarmiklasta er, at vit royna. Vit vilja vísa øðrum tónleikarum, at tað er møguligt at fara á konsertferð uttan at flúgva og tílíkt. Tað er strævnari og tekur longri tíð, men tað er møguligt, sigur Alvi. Hann vísur á, at tey aloftast møta stuðlandi fólki á ferðini.

- Vit vilja eggja til broyting. Fyrsta stigi er altíð ein hugburðsbroyting. Vit kunnu ikki broyta mátan, ið fólk liva sítt lív ella mátan, ið samfelagið virkar, men vit kunnu veita íblástur til eina størri broyting, sigur Alvi at enda.

HAV framførir “Jørðin í mær” í Norðurlandahúsinum tann 4. august klokkan 15, sum ein partur av tiltakinum Summartónar, og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 7. august klokkan 16.