Hava bíðað í fleiri ár – men nú verða størvini sett

Hetta er eitt ógvuliga átrokandi mál fyri tey, sum hava demens, og familjur teirra

Áki Bertholdsen
9. juni 2023 kl. 09:27

Støðan hjá teimum, sum hava demens í Føroyum, hevur ikki verið góð. Men nú verður eitt munandi framstig gjørt.

Fyri nøkrum árum síðani fingu vit eina stórfingna demensætlan, men síðani hevur tað knípt at seta hana í verk.

Serliga hava avvarðandi at fólki við demens, átalað, at neyðuga talið á lands-demsenssamskiparum ikki verður sett.

Tá í fíggjarlógin varð til viðgerar í vár, varð víst á, at tað eru 24.000 fólk í Havn, í Suðuroy og í Sandoy, sum ongan lands-demenssamskipara hava. 

Tað er tørvur á 5,3 lands-demenssamskiparum, men enn eru eru 2,8 størv ikki sett. Men nú er vón fyri framman, tí beint nú søkir psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum eftir tveimum lands-demenssamskiparum.

Talan er um tvey fulltíðarstørv, men tað ber kortini til at skerja arbeiðstíðina. Og størvini skulu setast 1. august, ella so skjótt tað ber til.

Arbeiðsplássið verður á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum og arbeiðsøkið er Suðurstreymoy.

Lands-demenssamskipararnir er ein partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og try skulu tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin, verður sagt í lýsingini.

Uppgávurnar eru at vera tann forlongdi armurin av demensklinikkini til kommunurnar og annars landið sum heild. 

Tey, sum verða sett í størvini, skulu vera sjúkrarøktarfrøðingar og tey skulu helst vera útbúnir demenssamskiparar og hava royndir á økinum.