

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther hevur nú lokið útbúgvingina sum ákæri. Hon var til endaliga roynd í einum rættarmáli í farnu viku.
Undir útbúgvingini hevur Sarah Ann verið ákærufulltrúi hjá ákæruvaldinum í Føroyum og hetta er aðru ferð, at ein ákæri er útbúgvin í Føroyum.
Útbúgvingin sum ákæri tekur trý ár. Útbúgvingin er ein ástøðiligur partur, sum eru skeið, sum ríkisadvokaturin skipar fyri.
Í ástøðiliga partinum av útbúgvingini lærir fulltrúin gjølla um leiklutin hjá einum ákæra, eisini hvørjar skyldur ein ákæri hevur. Somuleiðis verður undirvíst í avhoyringarteknikki og øðrum amboðum, sum kunnu nýtast í sambandi við rættarmál.
Eisini lærir fulltrúin um tær skyldur, ákæruvaldið hevur í sambandi við at tryggja løggildi og góðskuna í arbeiðnum hjá politinum.
Í verkliga partinum tekur fulltrúin lut í dagliga arbeiðnum í ákæruvaldinum, millum annað við at møta fyri ákæruvaldið í rættarmálum í Føroya Rætti.
Endaliga royndin sum ákæri er eisini ein ástøðilig roynd og ein verklig roynd. Verkliga royndin er eitt vanligt revsimál, sum verður avgreitt í Føroya Rætti.