Ongi úrslit

Hava sett fýra pláss í Tórshavnar Kommunu av til fongsul

Nú verður gamla tyrvingarplássið kanska fongsul ístaðin

Áki Bertholden
24. mai 2023 kl. 14:14

Sum danska stjórnin áður hevur fráboðað, er ætlanin at byggja nýtt fongsul í Føroyum og tað skal standa liðugt í 2029.

Síðani eru kommunurnar kring landið bidnar um at koma við uppskotum um, hvar tað skal vera. Eisini Tórshavnar Býráð bjóðar seg fram at hýsa einum nýggjum fongsli.

Fleiri ítøkilig krøv eru til staðsetingina, eitt nú skal tað vera beint við bygdt øki og vegasamband og tað skal ikki vera langt frá Havnini.

Tað skal helst vera gott busssamband starvsfólk og vitjandi, eins og økið kann gerast partur av einum nærumhvørvi tó at tað kann verða avbyrgt. Og nýggja fongslið krevur nógv pláss og tí skulu 80.000 fermetrar setast av til fongslið

Umsitingin hjá Tórshavnar býráð hevur kannað málið og er komin til ta niðurstøðu, at tað eru fýra pláss, sum eru hóskandi til endamálið.

Talan er um økið í Húsahaganum har tyrvingarplássið var – og umsitingin hjá býráðnum heldur, at har liggur fongslið best.

Annars kann tað eisini vera á Velbastað, Inni á Gøtu, ella á Glyvursnesi.

Nú skal býráðið so taka eina endaliga støðu, áðrenn eitt tilmæli verður sent myndugleikunum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14