Havnar Badmintonfelag luttekur í Reykjavík International Games

Í morgun fór eitt ferðalag á 69 fólk, harav 41 ungir badmintonleikarar, til Íslands at taka lut í Reykjavík International Games (RIG)

Ragnar Sjúrðarson
3. februar 2023 kl. 15:36

Aftur í ár skipar Havnar Badmintonfelag fyri, at leikarar luttaka í Reykjavík International Games.

Spælt verður í U13, U15, U17 og U19.

Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður fram til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni. Ungu badmintonleikararnir skulu spæla í greinunum - einmans, tvímans og blandaðum tvímansleiki.

Vónirnar til kappingina eru góðar. Leikararnir hava áður kláraðu seg sera væl í hesi kapping og tí er spenningurin stórur í ár.

Í ár hevur TBR, sum er størsta badmintonfelag í Íslandi, bjóða HBF av til lið vinardyst friggjakvøldið í  U13, U15, U17 og U19.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 6. februar.