

Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið. Í síðstu viku sigldi nýggi báturin sín fyrsta arbeiðstúr. Báturin hevur fingið navnið Lomvigin.
Søgan handan navnið
Navnið “Lomvigin” vísir til upprunaliga aðalmálið hjá Fuglakanningarstøðini á Havstovuni. Tá Fuglakanningarstøðin varð sett á stovn í 1972 var tað nevniliga við tí endamáli, at fylgja gongdini í lomvigastovninum, sum mann visti hevði verið í stórari afturgongd síðan 1950’ini.
Eftirsum báturin skal taka við í hesum týdningarmikla arbeiði, mettu vit tað vera hóskandi, at kalla bátin upp eftir svartfuglinum, sum er miðdepilin í kanningunum. Samstundis minnir báturin ikki sørt um ein lomviga í útsjónd.
Lomvigin fer at endurtaka landsfevnandi fuglateljingarnar av lomviga og ritu, sum vórðu framdar árini 1972, 1987, 1997-99 og 2007-2014.
Aðrar kanningar og samstørv
Umframt fuglateljingar kemur Lomvigin at vera liður í alskyns verkætlanum og uppgávum, serstakliga við tí í hyggju, at gera fleiri kanningar inni á firðum og nær landi, har tað ikki er eins atkomiligt við skipi.
Harnæst kemur Lomvigin at vera nýttur í einum samstarvi millum Havstovuna og Tjóðsavnið, har Lomvigin fer at sigla granskarar og útgerð hjá Tjóðsavninum til Kolturs í sambandi við Koltursverkætlanina og aðrar verkætlanir í oynni.
Skjóttgangandi bátur bygdur á Eiði
Lomvigin er bygdur á Eiði av Brim Boats. Talan er um ein skjóttgangandi og stabilan bát, sum er bygdur úr svørtum HDPE panelum. Umframt styrki, so er ein fyrimunur við hesum tilfarinum, at tað er lættari at endurnýta enn trevjuglas.
Framman er eitt rúmligt flatt fordekk, haðani tað liggur væl fyri at senda upp og lenda dronur til fuglateljingar. Báturin hevur eisini stýrhús, ið ger, at tað er høgligt at sigla við vísindaligari útgerð umborð í alskyns veðri.